Vera er sangari úr folkaslagnum Khanty í landnyrðinspartinum av Sibiriu. Khanty er finsk-ugriskt fólkaslag. Umleið 30.000 fólk tosa málið. Á konsertferð í Ruslandi, sum tónleikabólkurin Yggdrasil gjørdi til Russlands, var Vera solistur á konsert í býnum Surgut. Hon er áður verið í Føroyum og spælt konsertir og innspælt fløgu við Yggdrasil.
Kristian Blak er sera væl kendur í Føroyska tónleikumhvørvinum. Hann hevur í nógv millum annað skipað fyri Summartónum. Hann hevur gjørt eitt megnararbeiði fyri føroyska tónlist og er eisini virkin tónleikari við konsertum saman við nógvum ymiskum tónleikarum - bæði føroyingum og útlendingum.
Vælkomin til matiné í Havnar kirkju leygardagin klokkan 11.30.