Bitcoin hevur gjørt nógv um seg í seinastuni. Síðsta ár var virðið á einari Bitcoin eitt sindur minni enn 10,000$, meðan virðið nú er komið upp á umleið 60,000$. Fleiri fólk runt um í heiminum eru vorðin rík, harímillum onkrir føroyingar. Men fleiri hini megni gjónna eru skeptisk, tí myntirnar kunnu svinga nógv dagliga, og hetta kennist ótrygt.
Bitcoin er eitt cryptogjaldoyra, og har eru fleiri gjaldsoyru afturat Bitcoin. Mastercard hevur í ár givið Bitcoin og onnur digital gjaldoyru eitt stempul uppá góðsku, tí tey ætla at taka digitala gjaldoyrað til sín.
- Hesar digitalu ognirnar gerast ein týdningarmiklari partur av gjaldsverðini. Eitt prógv um hetta síggja vit spæla seg út á netverkinum hjá Mastercard. Fólk nýta kort til at keypa crypto íløgur, serliga í seinastuni tá virðið á Bitcoin knappliga vaks nógv, greiðir Mastercard frá í tíðindaskrivi.
Mastercard ætlar, at tey í ár skulu stuðla útvald cryptogjaldoyru beinleiðis á teirra netverki.
- Okkara filosofi um cryptogjaldoyru er beint fram. Tað snýr seg um val. Mastercard ætlar sær ikki at ráða tær til at nýta crytogjaldoyru. Men vit vilja fegin gera kundar, handilsfólk og fyritøkur før fyri at flyta digital virðir – av tí gamla slagnum ella crypto – akkurát sum tey vilja. Tað skal vera títt val, tað eru tínir pengar, greiðir Mastercard frá.
Bert útvald
Mastercard tekur ikki ímóti øllum, og hevur sett nøkur krøv fyri gjaldsoyruni, sum verða góðtikin á teirra netverki.
Tað týdningarmesta fyri Mastercard er brúkaravernd og strangar samtykki mannagongdir, so svik ikki kemur fyri. Eisini skulu digitalu ognirnar fylgja lokalum lógum og reglugerðir í økinum, har tey verða nýtt. At enda krevur Mastercard, at tey gjaldsoyruni, sum verða góðtikin, skulu vera nøkur, ið fólk vilja brúka til at gjalda við og ikki bert nýta til íløgur.
Aðrar fyritøkur fylgja við
VISA hevur kunngjørt, at tað skjótt verður gjørligt hjá teirra brúkarum at nýta cryptogjaldoyru á teirra netverki.
PayPal hevur longu gjørt tað gjørligt hjá teirra brúkarum at keypa, selja og halda uppá Bitcoin, Ethereum, Litecoin og Bitcoin Cash, sum eru fýra av teimum størstu cryptogjaldsoyrunum. Hendan tænastan er bert galdandi fyri íbúgvar í Amerika, men PayPal ætlar, at tænastan skal gerast heimsfevnandi í fyrstu helvt av 2021.
Eisini loyvir Tesla við Elon Musk á odda í dag amerikanskum keyparum at keypa teirra bilar við Bitcoin. Ætlanin er, at hendan tænastan skal gerast heimsfevnandi seinni í ár.