Martin venur nú í Spania

Tað letur til, at fyrrverandi B36 spælarin er í holtur við at vinna seg nærri plássi millum teir fyrstu ellivu í Viborg

Jóannes Hansen
9. februar 2023 kl. 14:34

Feløgini í donsku superliguni eru við at leggja síðstu hond á fyrireikingarnar til seinnu hálvu av kappingarárinum. Fyrsta umfar eftir vetrarsteðgin, sum er tað 18., verður annað vikuskifti.

Við føroyskum eygum eigur Viborg FF serligan áhuga. Í fjør varð Martin Agnarsson seldur úr B36 og til Viborg. Støðutalvan sigur, at tað hevur gingið væl hjá Viborg FF í 17 teimum fyrstu umførunum, tí Viborg er næstfremst. Viborg hevur 32 stig ella trý færri enn toppliðið FC Nordsjælland og fimm fleiri enn FCK, sum er á triðja plássi.

Í hesum døgum er Viborg FF í Spania, har teir eru á venjingarlegu í Alicante. Fyrsti venjingardysturin var ímóti norska Bodø/Glimt, sum KÍ í fjør var um reppið at varpa úr europeisku kappingini fyri mesitaralið. Tá vann Viborg FF 4-3, og tá var Martin Agnarsson síðsta korterið á vøllinum.

Í gjár var Martin Agnarsson allar 90 minuttirnar á vongverjanum í vinstru, tá ið Viborg FF vann 2-1 ímóti sigursvanda svenska IFK Norrköping, sum í fjør endaði á 12. plássi í Allsvenskan.

Triði og seinasti vinardysturin hjá Viborg FF á venjingarleguni í Spania verður leygardagin, tá ið mótstøðuliðið verður sigursvanda IFK Göteborg. Hetta verður samstundis síðsti venjingardysturin, áðrenn fyrsta landskappingardystin eftir vetrarsteðgin. Mánakvøldið 20. februar – annað mánakvøld – fær Viborg FF vitjan av FC Midtjylland, sum higartil í hesum kappingarárinum ikki hevur staðið seg so væl, sum nýggja jyska stórfelagið hevur gjørt seinastu árini. FCM er á 7.  plássi við 23 stigum.