Martin var stóri maðurin í Sarpugerði

Víkingarnir vóru sera væl upplagdir ímóti AB, sum royndi at vísa góðan hugburð, men kanska eisini hugsaði um tað, sum næstu vikurnar bíðar botnliðnum

Jóannes Hansen
1. september 2023 kl. 20:12

Tað endaði við stórum heimasigri, tá ið Víkingur í kvøld hevði vitjan av AB. Úrslitið var 5-0 eftir hálvleiksstøðuna 2-0.

Heilt stóri maðurin í góðveðrinum í Sarpugerði í kvøld var 23 ára gamli álopsspælarin hjá Víkingi Martin Klein Joensen. Hann var í kvøld á besta liðnum hjá víkingunum fyri 70. ferð. Ofta hevur hann verið innskiftari, og higartil í ár hevur hann verið nógv darvaður av skaðum og tí ofta verið ódrúgvur. Kortini hevði hann, tá ið hann í kvøld fór á vøllin sum fremsti maður hjá Víkingi, skorað átta mál í landskappingini.

Og so var tað, at hann í kvøld av álvara gjørdi bart. Fyri fyrstu ferð nakrantíð skoraði hann hattrikk, og bæði viðspælararnir og áskoðararnir fagnaðu honum, tá ið hann eitt stórt korter undan leikloki varð skiftur út. Nú hevur Martin skorað 11 mál,og hann kann fara at bjóða av í kappingini á sjálvum máltindinum.

Fyrsta málið skoraði hann miðskeiðis í fyrra hálvleiki eftir sending í brotsteiginum frá Sølva Vatnhamar, og fimm minuttir seinni stútaði hann við handara stólpa bóltin í málið eftir innlegg úr vinstru frá Olafi Bárðarson.

Og 20 minuttir undan leikloki var Martin Klein Joensen aftur upp á spæl. Eftir flatt innlegg úr vinstru var Martin á rætta staðnum í røttu løtu, so tað bar honum til at stýra bóltin í málið.

17 minuttir undan leikloki varð Jákup Johansen, sum seinastu ferðirnar hevur verið darvaður av skaða, settur inn á liðið hjá Víkingi, og hann gjørdi skjótt av. Hann skoraði í 76. minutti eftir upplegg frá eisini innskifta Finni Justinussen, og tíggju minuttir undan leikloki staðfesti Jákup Johansen 5-0 sigurin eftir upplegg frá Olafi Bárðarson.

Yvirvágin í spæli var ikki so stór alla tíðina, men víkingarnir kendu støðugt sína vitjunartíð. At teir í kvøld vunnu 5-0, eftir at teir sunnudagin vunnu 7-1 í Fuglafirði, er staðfesting av, at víkingarnir eru flúgvandi.

AB spælið fram eftir vøllinum var í løtum ikki so galið. Stórk trupulleikin var, at teir mistu ofta í uppspælinum, og eftiransingarnar vóru ikki nóg neyvar og taklingarnar ikki nóg avgjørdar. Fleiri av teimum, sum plaga at vera millum teir fyrstu ellivu, vóru ikki við í kvøld, tí teir vóru leikbannaðir. Støðutalvan sigur, at AB er aftast við 10 stigum, og argjamenn vistu, at hetta fór ikki at vera dysturin, sum fór at gera av, um teir fara at halda fram í deildini, ella um teir fara at flyta niður.

-Kenslan er ikki góð, tí tað er lítið hugaligt at tapa 5-0. Vit sóu, hvussu nógv tað kostar at missa fokus nakrar ferðir. Teir sektaðu okkum, og tí eru teir frammarlaga, meðan vit eru botnlið. Men vit hava ikki lagt kongin, og nú bíða dystir, tá ið tað heilt víst verður neyðugt at vinna, sigur AB spælarin Filip í Liða.

Tríggjar tær næstu ferðirnar vera sera avgerandi. AB fer at spæla ímóti TB (h), ÍF (ú) og 07 Vestur (h).

 

Víkingur – AB 5-0 (2-0)

1-0: Martin Klein Joensen 25.

2-0: Martin Klein Joensen 30.

3-0: Martin Klein Joensen 71.

4-0: Jákup Johansen 76.

5-0: Jákup Johansen 80.

Dómari: Áki Leitisstein Hansen

Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Ari Olsen (Signar á Brúnni, 72.), Atli Gregersen, Arnbjørn Svensson, Ingi Jonhardsson – Poul Kallsberg (Jákup Johansen, 72.), Aron Jarnskor Ellingsgaard (Árni Nóa Atlason, 78.) , Géza Dávid Turi (Páll Eirik Djurhuus, 78.), Olaf Bárðarson – Sølvi Vatnhamar, Martin Klein Joensen (Finnur Justinussen, 72.)

Gult kort: eingin

Venjari: Jóhan Petur Poulsen

AB: Antonio Borelli – Ramzi Idrissou, Dánjal Danielsen, Viktor Benediktsson, Beinir Ellefsen (Teitur D. Olsen, 39.) – Sam Pollard (Gunnar Reynslág, 75.), Bjarni Skála – Marius Kryger Lindh, Santiago Lebus (Rógvi Skála, 83.), Filip í Liða – Bartal S. Petersen

Gult kort: eingin

Venjari: Símun Eliasen

19

17

1

1

49

13

52

HB

20

15

2

3

56

15

47

B36

20

15

1

4

45

17

46

Víkingur

21

13

3

5

52

20

42

07 Vestur

21

9

4

8

34

32

31

EB/Streymur

20

6

2

12

22

37

20

B68

21

4

6

11

21

37

18

TB

21

4

4

13

13

46

16

ÍF

20

4

0

16

19

57

12

AB

21

3

1

17

16

53

10

Í morgin

B36 – ÍF: Matti Roth Finnland kl. 18.00

Fríggjadagin 15. september

HB – KÍ: