Martin Klein Joensen: - Vit geva okkum altíð 100 prosent

Ein teirra, ið veruliga hevur tikið av møguleikanum sum ungur “lærlinga”-fótbóltsspælari, er Martin Klein Joensen. Hann var eisini av eyðsýndu fótbóltsleikarunum á Víkingaliðnum í dagsins dysti. Vit hava hitt hann til samrøðu um vinardystir, um framtíðina og fótbólt annars

Martin í landskappingardysti ímóti 07 Vestur í fjør, har hann var millum málskorarnar. 07Vestur endaði aftast í Klaksvíkskappingini. (Mynd: Álvur Haraldsen)
Áron Vest
18. februar 2023 kl. 20:47

Eftir finaluna í Klaksvíkskappingini í dag, settu vit Martin Klein Joensen stevnu.

Meir fokus er sett á Klaksvíkskappingina

Tá vit fyrr í dag skrivaðu, at tað tykist vera ein serlig sjóneyka sett á vinardystirnar í Klaksvíkskappingini, var tað ikki uttan orsøk. Hetta siga fleiri leikarir, harímillum Martin. Spurdur um tað er akkurát líka, at spæla dyst í Klaksvíkskappingini og “vanligum” vinardystum annars, sigur Martin “Tað er ikki heilt tað sama, av tí at tað eru meir áskoðarar og meir fokus á Klaksvíkskappingini. Hendan kappingin liggur eisini somikið tætt uppat landskappingini, tí er ein kanska eyka tendraður til tað”

- Geva okkum altíð 100 prosent, óansæð hvør dysturin er

“Men tó, so skal sigast, at óansæð um tað er vinardystur, landskapping ella steypakapping, so fara vit altíð inn á vøllin at geva okkum 100 prosent.” leggur Martin eldhugaður afturat.
Tað var júst hesa hóming ein fekk, undir dagsins dysti og undir dystunum í Klaksvíkskappingini annars.

Martin sigur seg vera nøgdan ein javnar fyrra hálvleik, men er argur um at KÍ fekk yvirtakið í seinna hálvleiki. “Eg haldi at vit høvdu ein góðan fyrra hálvleik, men í seinna hálvleiki fáa teir tíverri yvirtakið á dystinum. Orsøkin til hetta, er einfalt tann, at teir tóku at kjansunum ið teir fingu, og vit gjørdu ikki” sigur Martin.

Spælið, ið Víkingur kom við, var eyðkent av gjøgnumpressi og er tað eisini nakað, ið Martin og hansara liðfelagir tykjast vera nøgdir við. “Men eg eri sera ónøgdur við okkara innsats í seinna hálvleiki” leggur ein suffandi Martin afturat.

Stór mál til framtíðina og hetta kappingarárið
Tá vit so tosa um framtíðina, so er Martin skjótur at svara: “Eg havi góðar vónir til okkum í Víkingi hetta kappingarárið” og leggur hugagóður afturat at “okkara mál er at vinna bæði landskappingina og steypakappingina”. Martin játtar – sum ein sjálvfylgja – at málið eisini er at koma longri í evropeisku kappingunum enn Víkingur gjørdi í fjør.

Martin er ein leikari ið fyllir nógv og er sera fjølbroyttur. Tískil er tað einki løgið í, at ungi gøtumaðurin setur sær stór mál.

“Mítt persónliga mál er at koma á landsliðið og at gerast toppskjútti í Betri Deildini” sigur Martin at enda við einum eyðkendum skálkabrosi.