Tað gongur skjótt í fótbóltinum. Í dag boðaði íslendska felagið Njarðvík frá, at Martin Klein Joensen er givin í felagnum, sum spælir í næstbestu íslendsku deildini, og at sáttmálin er strikaður.
Løtu seinni visti bolt.fo at siga, at tað nú er greitt, at Martin Klein Joensen er aftur í Sarpugerði og Víkingi. Hann hevur áður bara umboðað barndómsfelagið, og í fjør skoraði nú 24 ára gamli Martin Klein Joensen 16 mál fyri Víking.
Víkingur keypti í vetur álopsspælaran Jørgen Nielsen. Í løtuni er hann skaddur, tí bein í fótinum er brotið. Umframt hann eru veteranarnir Finnur Justinussen og Andreas Lava Olsen álopsspælarar í Víkingi, og nú er Martin Klein Joensen lagstur aftrat.
Víkingur fer leygardagin at spæla landskappingardyst á útivølli ímóti 07 Vestur.