Mærsk steðgar við øllum vøruflutningi til og úr Russlandi

Danski mastodonturin, tá tað kemur til vøruflutning, Mærsk, hevur gjørt av at steðga við øllum vøruflutningi til og úr Russlandi

Sigurjón Einarsson
1. mars 2022 kl. 11:26

Risastóra danska flutningsfyritøkan, har eisini nógvir føroyingar arbeiða hjá, hevur gjørt av at steðga við øllum vøruflutningi til og úr Russlandi.

Tað merkir, at felagið setur nýggjar bókingar fyri frakti til Russlands á pausu, upplýsir felagið í einum tíðindaskrivi, sambært DR.

Mærsku upplýsti í gjár, at samtakið umhugsaði at lata aftur fyri øllum flutningi til Russlands, og tann avgerðin er nú tikin av leiðsluni.

– Í A.P. Møller eru vit sera stúrin, hvussu kreppan í Ukraina blívur við at útvikla seg, skrivar felagið millum annað í tíðindaskrivinum.