Í dag verjir Marnar Fríðheim Kristiansen sína ph.d.-ritgerð um krabbameinsepidemiologi í Føroyum.
Verjan er almenn og verður í Kongshøll á Vestaru bryggju í Havn á fjórðu hædd í Sjóvinnuhúsinum.
Granskingin hjá Marnari vísir, at krabbameinstíttleikin sum heild var lægri í Føroyum enn í Norðurlondum, men at deyðatíttleikin var á umleið sama stigi í kanningartíðarskeiðinum.
Gjøllari kanningar eiga at verða gjørdar av, hví føroyskir sjúklingar hava lægri yvirliving, sigur granskarin.
Til verjuna hjá Marnari Fríðheim Kristiansen eru hesir andmælingar:
Pál Weihe, professari og formaður í dómsnevndini.
Henrik Møller, professari, Dr.Med., leiðandi epidemiologur á RKKP í Danmark (Regionernes Kliniske Kvalitetsudviklings-program), professari í krabbameinsepidemiologi á Aalborg Universiteti, professari á King´s College í London.
Liesbeth Van Eycken, Dr., leiðari á krabbameinsskrásetingini í Belgia.
Ritgerðin liggur frammi á Landsbókasavninum.
Lesið samandráttin av ph.d.-ritgerðini her.
Eitt eintak av ph.d.-ritgerðini liggur frammi á Landsbókasavninum.
Ph.d.-verjan verður stroymd her.
Kelda: Brynhild Thomsen/setur.fo