Ongi úrslit

Marna Olsen 85 ár

Jákup
13 tímar síðan

Mánadagin 1 des. fyllir Marna Olsen 85 ár. Marna er dóttir Elsu og Alfred Holm, Vágur. Marna er útbúgvin lærari frá Nr. Nissum læraraskúla saman við mær  og vit blivu útbúgvin ávikavist í 1963 og 1962. Vit komu heim úr Danmark við Magnus á Gørðunum ein summardag ein sunnudag í 1973, og brúdleypið stóð ein týsdag annan dagin eftir t.v.s. 2 juli, tí Margnus á Gørðunum, sum Alfred, pápi Marnu, førdi, skuldi aftur til Grønlands til fiskiskap. Brúdleypið stóð í Framtíðini í Vági, og í brúdleypinum vóru 250 gestir. Í Vági bleiv so okkara framtíð.

Vit blivu so har sum lærarafólk, men Marna var 1 dag um vikuna í Havn sum landsskúlaráðgevi í donskum uppi á Landsskúlaráðgevingini.

Vit eru nú á gamalsaldri flutt til Havnar, tí har eiga vit 3 børn, sum øll búgva í Havn. Skulu vit uppliva ommu – og abbabørnini var bert eitt at gera, og tað var at flyta til Havnar.

Vit eiga 5 ommu- og abbabørn og 4 langommu og langabbabørn. Vit fingu 3 børn, Elsa Maria, Martin Karl og Annika, sum øll eru magistarar, døturnar frá universitetinum í Odense og sonurin frá Fróðskaparsetrinum í Havn, betri kann tað neyvan gerast.

Marna og eg hava havt eitt langt og ríkt lív. Tað man hava verið sum hjá so mongum, at okkurt kundi verið at funnist at, men samanlagt eitt eydnuríkt lív. Tað kundi verið upp í bøkur um lív okkara, men gott man vera sum er.

Góða elskaða Marna, takk fyri eitt langt, gott og eydnuríkt lív. Gud signi okkum bæði, tað ið eftir er.

 Hjartaliga til lukku við 85 ára føðingardegnum

Jákup

Mest lisið hesa vikuna

Minningarorð um Benjamin Gunnarstein

29. november kl. 00:10

Tórshavnar Býráð hevur nú samtykt at leggja avgjald á tóm hús

26. november kl. 11:00

Fekk ljótar viðmerkingar um sína útsjónd

25. november kl. 21:40

Grindedrabet som ingen lagde mærke til… indtil nu

25. november kl. 12:30

Alt selt eftir ein minutt

10 tímar síðan

Nú verður Suðuroyartunnilin aftur lagdur fyri Løgtingið - við broyttari vegaføring

25. november kl. 08:42