Markus fer at spæla við Skála

Markus Hellisdal flytur úr EB/Streymi og til Skála

Jóannes A. Prestá formaður í Skála Ítróttarfelag og Markus Hellisdal, sum nú fer at eiga heimavøll undir Mýruhjalla á Skála. Mynd: Skála Ítróttafelag
Jóannes Hansen
23. desember 2023 kl. 19:07

Uppflytararnir á Skála hava skrivað undir sáttmála við ungan spælara, sum síðsta kappingarár umboðaði EB/Streym. Talan er um Markus Hellisdal, sum nú verður partur av hópinum á Skála. Tað boðar Skála Ítróttarfelag frá í kvøld.

Formaðurin í Skála Ítróttarfelag Jóannes Prestá skrivar soleiðis:

-Í gjár undirskrivaði Skála ÍF sáttmála við Markus Hellisdal. Hetta er ein týðandi partur í fyrireikingum, nú felagið fyrireikar seg at flyta upp í bestu deild komandi kappingarár.

Markus er 21 ára gamal og hevur síni ungdómsár leikað við B36. Seinasta kappingarárið var hann partur av hópinum hjá EB/Streymi. Hann var við í 24 dystum og hevði eina leiktíð á 1549 min. í Betri Deildini.

Vit fegnast um at Markus verður ein partur av felagnum komandi kappingarárið og ynskja honum hjartaliga tillukku við sáttmálanum, sigur Jóannes A. Prestá, formaður.