Markleys útbúgving var í gjár

Í gjár var árliga tiltakið Markleys útbúgving á tímatalvuni hjá landsins elstu miðnámsskúlanæmingum, sum skulu velja sær vegin fram

Sigurjón Einarsson
16. september 2021 kl. 07:50

Hvørt heyst fáa fráfaringarflokkarnir í miðnámsskúlunum boð um at møta til stórt upplýsingarátak í Norðurlandahúsinum, sum eitur Markleys útbúgving ella bara MÚ.

Tað er Vegleiðarastovan, sum samstarvar við m.a. MFS og Ráð teirra Lesandi á Setrinum um at geva miðnámsskúlanæmingunum eitt haldgott grundarlag at velja sína víðari útbúgving, og mong eru um oðið at fáa okkara ungu til sín. Eisini Fróðskaparsetur Føroya.

Elberg Elias Klettheyggj, Birita Matras Petersen og Brandur Arnoarson sita øll í ráðnum hjá MFS, og eitt annað, ið tey hava til felags er, at øll valdu Fróðskaparsetur Føroya, tá tey skuldu lesa víðari.

- Eg elski at vera í Føroyum, so tað er genialt at kunna lesa her og vera í nærumhvørvinum, sigur Brandur, sum lesur KT-verkfrøði á síðsta ári á Náttúruvísindadeildini.

Elberg, sum á triðja ári lesur búskaparfrøði á Søgu- og samfelagsdeildini, er samdur.

- Sjálvandi vil eg viðmæla øðrum Setrið sum hægri lærustovn, tí læruúrtøkan hevur eisini rót í føroyska samfelagnum, sigur hann.

Birita, sum lesur søgu á triðja ári, sigur, at hon eisini er sera glað fyri at taka sína hægri útbúgving á Setrinum.

- Ja, sjálvandi er føroyska sjónarhornið viðkomandi fyri lesnaðin, og tað fært tú onga aðrastaðni í heiminum. Eisini er sera tætt samskifti við undirvísararnar her á Setrinum, og tað eri eg glað fyri, sigur hon.

Kelda og myndir: Brynhild Thomsen/Fróðskaparsetur Føroya