1. Vit í kringvarpinum hugsaðu fyrr í ár, at vit faktiskt ikki vóru nóg væl funderað til at svara júst hasum spurninginum. Vit vistu ikki nóg væl, hvussu væl ella illa tey 29 kommunustýrini hava tænt borgarunum. Tí bóðu vit Lóður um at gera okkum eina landsumfatandi kanning av júst hesum: Hvussu nøgdir eru borgararnir við sína kommunu? Vit hava spurt um nógv ymisk viðurskifti, men skal eg siga okkurt stutt, so sær út til, at tað er sera misjavnt, hvussu kommunur hava klárað at lofta stóru uppgávuni, sum varð løgd út til teirra fyri nøkrum árum síðani – eldraøkið. Og tað sær út til, at í nógvum kommunum eru ov fáir og/ella ov dýrir bústaðir at fáa. Harumframt eru nógvar kommunur, har fólk ikki eru nøgd við fyrisitingina sjálva, og heldur ikki við, hvussu kommunan samskiftir við borgarar. Bæði stórar og smáar kommunur hava fleiri øki, sum ikki fáa nøktandi skoðsmál frá teimum, ið hava svarað kanningini.
2 Valstríðið er í veruleikanum 29 valstríð. Í summum kommunum snýr tað seg um ávísar vegagerðir ella kloakkir, í øðrum um ellisheim, og eitt triðja tema er kommunusamanlegging. Tað er helst ymiskt, hvat ein leggur til merkis, men eg haldi meg síggja fleiri av teimum, sum skriva ella gera videomyndir, seta fokus á trivnað og at gera tað lættari og betri hjá tí einstaka. Meira tað enn lyfti um stórar byggiverkætlanir og íløgur.
3 Eg noteraði mær, tá eg sá Dag og Viku í gjár, at 23 av 29 borgarstjórum stilla uppaftur. Harímillum eru borgarstjórarnir í teimum størstu kommununum. Um eg hyggi eftir, hvussu nøgd fólk eru við fyrisiting og samskifti við kommununa, so eru tær stóru kommunurnar ikki tær, sum skora hægst. Tórshavn er beint omanfyri miðal, meðan Klaksvík, Runavík og Tvøroyri allar fáa ónøgd skoðsmál frá sínum borgarum, tá spurt verður, hvussu nøgd fólk eru við fyrisitingina og við samskiftið við kommununa. Eg havi hug at viðmerkja, at tað, at borgarstjórar hava nógvar royndir og eru íðuliga at síggja og hoyra í almenna rúminum ikki sær út til at vera tað, sum fær borgarar at kenna seg nøgdar við samskifti og fyrisiting.
4 Valið í Havn kann verða rættiliga spennandi. Nógvar kvinnur stilla upp, mett við miðaltalið fyri landið, og eg haldi, at fleiri markantar kvinnur eru at síggja. Nýggir listar við nýggjum dagsskráum gera valið sera spennandi at fylgja við í. Eg tori ikki at siga, hvat eg vænti – men um eg hyggi í kanningina, hvat fólk siga, at tey ynskja sær verður raðfest hægri og lægri, so siga tey, at tey vilja hava minni fríðkan, minni dent á vinnuumstøður og á umstøður til bátar. Hetta hava verið øki, sum sitandi býráð hevur havt sum áhugaøki. Hinvegin vilja fólk uppraðfesta eldraøki og barnaansing, sum mugu metast at vera øki, har sitandi býráð ikki hevur leverað vøruna. So er spurningurin – hvørjum líta fólk til at loysa hesar sosialpolitisku uppgávurnar? Soleiðis sum stillað er upp, við nýggjum listum, so verður hetta kanska í stóran mun ein spurningur um, hvørjum valevni ein persónliga hevur álit á.
5 Sitandi borgarstjóri segði jú, tá hann tók sessin, at hetta fór at vera einasta seta hansara. Men hann hevur so broytt hugsan, og vil fegin royna enn einaferð. Kommunan hevur havt fyri neyðini at ansa eftir pengapunginum, tí hon hevur havt skuld at gjalda, men sambært okkara kanning eru fólk nøgdari í Klaksvík enn miðal fyri Føroyar við eldraøki, barnaansing og fólkaskúlan. Hetta eru kjarnuøki, sum at síggja til eru raðfest framum at skipa býin, skaffa bústaðir og hampa um vegir. Men um hetta er tað, sum fer at fáa veljaran at siga “ja takk, meir av tí sama” tori eg ikki at siga. Til tveir meira yvirskipaðar spurningar sum “hvussu nøgd/ur ert tú sum heild við at búgva í kommununi?” og “Um tú skalt ímynda tær ta bestu kommununa at búgva í, hvussu tætt liggur tín kommuna við hana?” liggur Klaksvíkar kommuna undir miðal fyri Føroyar. Tað kanska ber boð um, at viðurskifti eru, sum kunnu fáa atkvøðurnar at fylgja øðrum raðfestingum enn eldri og børn.