Nú er greitt, at tað er fráfarðandi forsætisráðharrin Mark Rutte, ið skal leiða NATO, tá Jens Stoltenberg fer frá sum aðalskrivari.
NATO-limirnir eru vornir samdir um valið av komandi aðalskrivaranum kunnar NATO í eini framsøgn sambært Reuters.
Tað var væntað, at Mark Rutte fór at verða valdur sum komandi aðalskrivari eftir at Klaus Iohannis, forseti Rumenia, tók seg aftur sum valevni í seinastu viku.
Jens Stoltenberg ynskir sínum avloysara góða eydnu og skrivar á miðlinum X, at Rutte er ein sterkur leiðiar, sum megnar at skapa semju.
Núverandi NATO aðalskrivan hevur verið í starvinum síðani 2014. Fyri hetta var Jens Stoltenberg forsætisráðharri í Noregi.
Mandatið hjá Stoltenberg rennur út 1. oktober 2024, tá Rutte tekur yvir embætið sum NATO aðalskrivari.