Marjun Danberg kann spæla leygardagin

Bláa kortið, ið Marjun Falkvard Danberg fekk í dystinum móti Kyndli, er tikið aftur. Sostatt kann týdningarmikli leikarin vera við til seinnu hálvfinaluna í Faxe Kondi-kappingini móti Kyndli leygardagin

Sigurjón Einarsson
8. februar 2021 kl. 23:45

Hondbóltssambandið sendi út boð í dag, har greitt verður frá, at bláa kortið, sum Marjun Falkvard Danberg fekk móti dystarenda í fyrri hálvfinaluni millum Neistan og Kyndil, er tikið aftur. Tí kann hon vera við í seinnu hálvfinaluni leygardagin. Marjun var tikin av bóli, tá Dimmalætting setir seg í samband við hana seinnapartin í samband við strikaða kortið.

- Hatta visti eg ikki av. So má eg royna at rista hatta av mær til dystin leygardagin, sigur hon.

Marjun greiðir frá, at hon enn er merkt av hendingini í sunnukvøldið, har hon kom í eina støðu í endanum av dystinum, tá hon skuldi skjóta tríggjar metur kast móti Kyndlamálinum. Ein tílík støða er altíð eitt sats, men ólukkutíð brast bólturin í andlitið á einari Kyndlakvinnu.

Fyri hetta fekk Marjun fyrst eitt reytt kort, sum síðani varð broytt til eitt blátt kort, eftir at dómaraeygleiðarin gjørdi vart við seg.

Men í dag er hetta bláa kortið altso tikið aftur, so lyklaleikarin hjá Neistanum fær verið við til seinnu hálvfinaluna leygardagin.

Soleiðis ljóða boðini frá Hondbóltssamband Føroya í dag:

Dómaranevndin boðar frá, at dómararnir og eygleiðarin í dystinum í gjár millum kvinnuliðini hjá Kyndly og Neistanum, hava viðgjørt bláa kortið, sum varð víst Marjuni Falkvard Danberg við dystarlok, saman við reglutulki okkara.

Boðað verður frá, at bláa kortið verður tikið aftur og sostatt ikki beint víðari til aganevndina”.

Fyrra hálvfinalan endaði við javnleiki 25-25.

Seinna hálvfinalan verður leygardagin klokkan 20 í høllini á Hálsi.