StÍF hevur skrivað undir nýggja sáttmála við Marius Joensen fyri komandi kappingarár. Tað merkir, at hann verður venjari hjá kvinnunum kappingarárið 2022/23, og at hann eisini skal hava ábyrgd av øllum gentualdursbólkunum. Til hesa uppgávu hevur hann fleiri hjálparvenjarar afturat sær.
Marius hevur verið venjari hjá kvinnunum síðan hálvan oktober í fjør.
Hann hevur drúgvar royndir sum hondbóltsvenjari hjá børnum, ungum og vaksnum, og spældi eisini í mong ár við besta liðnum hjá StÍF. Her var hann millum annað við til at vinna FM og umframt at gerast steypavinnari fleiri ferðir.
Marius hevur kandidatsútbúgving í námsfrøðiligari sálarfrøði (Cand.pæd.pæd.psyk.). Hann hevur síðan 2012 arbeitt hjá Sernámi við børnum og ráðgivið námsfrøðingum.
Marius er 42 ára gamal, ættaður av Skála, men býr á Strondum saman við familjuni.
StÍF fegnast um, at Marius heldur fram sum venjari í felagnum.