Marius hevur verið stýrislimur í 43 ár

Marius Jacobsen í Leirvík hevur sitið í 43 ár í stýrinum fyri Leirvíkar Missiónshús

Kristian Martin Petersen/trubodin.fo
29. januar 2024 kl. 16:53

Í februar 1981 kom Marius Jacobsen í stýrið fyri Leirvíkar Missiónshús. Hesa uppgávuna hevur hann røkt líka síðani, bæði sum vanligur limur og eitt styttri tíðarskeið sum formaður. Millum stóru átøkini var at byggja nýtt missiónshús, sum bleiv vígt 1. januar 1990, men mangt takið er tikið bæði undan og eftir hesa stórhendingina.

Anna og Marius fegnast um málningin, sum stýrið lat teimum

Marius hevur luttikið bæði í sunnudagsskúlanum, ungómsarbeiðinum, bíbliutímunum, á sunnukvøldsmøtunum og øllum virkseminum í húsinum annars.

Saman við konu sínari, Onnu, hevur Marius verið ein týðandi partur av missiónsarbeiðinum í Leirvík og kring landið, og ikki minst á summarlegunum í mong, mong ár.

Marius hevur eftir hesa drúgvu tænastuna valt at takk fyri seg í stýrinum, og á møtinum í Leirvíkar Missiónshúsi 10. desembur í fjør heilsaði stýrið Mariusi og takkaði fyri hesa drúgvu tænastuna. Stýrið handaði handaði honum ein málning, ið ímyndar kvinnuna við sikarsbrunnin, sum er eitt av evnunum, sum Marius ofta hevur talað um.