Marius DC vann Sement

Í gjárkvøldið var endaliga brakið í Sement kappingini. Seks bólkar framførdu í finaluni, sum var hildin í Reinsarínum. Kappingin var ómetaliga jøvn, men tá avtornaði var tað Marius DC, ið stóð eftir sum sigurharrin í Sement 2022.

Skermmynd: KVF
Kristian Waag Dam
1. mai 2022 kl. 11:01

- Øll spurdu meg, hvat eg for at gera, um eg ikki vann, men hesum finna vit nokk ongantíð útav, segði Marius DC og lyfti Sement virðislønina upp móti loftinum. Amerikanski rapparin, Kanye West, segði hesi somu orð, tá hann vann sína Grammy virðisløn í 2005. Við hesum orðinum fór Marius DC av pallinum sum sigurharrin í Sement 2022.  

Í gjárkvøldið var endaliga brakið í Sement kappingini. Seinastu vikuskiftini hava trý undanumfør verið í Sement, har seks bólkar hava spælt seg víðari til finaluna. Hesir bólkarnir vóru RSP, Dania O. Tausen, Daniel, Sway, Impartial og Marius DC.

Allir seks bólkarnir framførdu framúrvæl í gjár. Tá tann seinasti bólkurin var farin av pallinum, fóru dómarnir í holt við at gera av, hvørjir bólkar skuldu fáa virðisløn. Hetta kann ikki hava verið ein løtt uppgáva, tí tað tók eina góða løtu hjá dómarunum at finna útav, hvør skuldi gerast nummar eitt, tvey og trý. Aftrat virðislønunum til nummar eitt, tvey og trý, so bleiv PR-virðisløn eisini latin einum bólki. PR-virðislønin var ein PR-pakki móti donskum miðlum fyri 20.000 krónur.

PR-pakkin var fyrsta virðislønin, sum var latin. Hana fekk Dania O. Tausen. Aftrat hesum gjørdist Dania O. Tausen við sínari gjøgnumførdari framførslu nummar trý í Sement 2022. Nummar tvey gjørdist metalbólkurin, Impartial, sum fekk Reinsaríið at kóka við teirri framførslu. Um Impartial søgdu dómarnir millum annað, at Impartial vóru á altjóða støði og at tað var góð vón fyri metaltónleiki í Føroyum. Reinsaríið kókaði tá vinnarin skuldi rópast upp. Verturin, Bjørk Lamhauge, gav sær góðar stundir áðrenn hon rópti navnið á Marius DC upp. Á pallinum var tað ongin ivi um, hvør tað var sum hevði vunnið Sement 2022. Marius DC og bólkur hansara komu leypandi uppá pallin. Teir bæði hálsfevndust og hoppaðu á pallinum

Hetta er mítt ár, segði Marius DC sjálvur í einum sangi, og tað gjørdist hansara ár. Í øllum førum hansara Sement ár.