Tá floksmannadagar vórðu hildnir í Uppistovugarði í Hattarvík um vikuskifti var, sum vanligt, mangt forkunnugt at eta og drekka.
Aftur í ar var tað kokkurin Gutti Winther, sum stóð fyri matgerðini saman við góðum hjálparum, teirra millum Johan Mortensen, sum ofta gongur nýggjar leiðir tá tað kemur til at góðska føroyskan mat.
Millum forkunnugu smakkiroyndirnar hesaferð var ein biti, ið má metast at vera óvanligur. Kryddmarinerað tvøst við spiki og rósubløðum!
Johan Mortensen greiðir frá, at tað var Ólavur Sjúrðaberg, formaður í Grindamannafelagnum, sum kom við hugskotinum at kryddmarinera grindalykkjur. Tað hendi um jóltíðir í fjør, meðan tey vóru í gongd við at marinera føroyskar sildabitar á virkinum Tavuni í Leivrík, við einum væl angandi svenskum kryddsatsi.
Ólavur Sjúrðaberg gjørdist hugtikin av hesum kryddi, og avgjørdi at royn at marinera nakrar lykkjur, sum so sluppu at royna seg á floksmannadegnum.
Fortalt verður, at tvøstið smakkar væl av kryddinum, og hevur fingið ein bleytari konsistens. Tvøstið varð skorið í sera tunnar bitar, og fyri at fáa eitt aromatiskt mótspæl til kryddaðu grindina, høvdu Gutti Winther og Johan Mortensen nýtt rósur – rosa ragus, sum stendur um blóma um alt landið – og so ein lítlan spikbita og eplabita samanvið.
- Móttøkan var sera góð av hesari “rósugrindini”, bæði av føroyingum og útlendingum og verður hetta kanska ein nýggjur summarrættur vit fara at síggja meira til, sigur Johan Mortensen.
Á floksmannadøgunum høvdu gestirnir eisini – sum tey fyrstu – høvi at smakka kryddsild og brisling frá Tavuni í Leirvík, sum annars er ætlað útlendskum marknaðum, serliga tí svenska.
Sildina hevur Finnur Fríði fiskað norðan fyri Føroyar, og brislingin hevur Katrin fingið á føroysku firðunum.