Marine Le Pen gleðist um 'søguligt' valúrslit fyri høgravongin í Fraklandi

Flokkurin hjá Marine Le Pen vann stórsigur í nátt

Ragnar Sjúrðarson
1. juli 2024 kl. 13:00

Tað var ikki óvæntað, ein sera fegin Marine Le Pen, sum í nátt bar fram røðu eftir einum 'søguliga' góðum valúrslitini fyri flokkin rassemblement national.

-   Vit hava aldrin fingið eitt so gott úrslit í fyrsta umfari. Hetta er ein kelda til stóra vón fyri milliónir av franskmonnum, ljóðaði tað frá Le Pen.

Eftir fyrsta umfar av valinum til franska tingið stendur rassemblement national og teirra sameindu – sambært seinastu tølunum – til at fáa 33,2 prosent av atkvøðunum. Flokkurin hjá Macron forseta stendur til at fáa 21 prosent av atkvøðunum, meðan flokkurin ytst til vinstru Nouveau Front populaire (NFP) stendur til at fáa 28,1 prosent.

Hetta er ein frígering. Vit taka frælsi okkara aftur og verja okkum ímóti hinum politisku ætlanunum, ið royna at oyðileggja okkum.