Í gjárkvøldið varð gávugóðs latið ungum listafólkum úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum.
Vegna korona var einki tiltak í fjør, og tí vóru tvær handanir í gjár, sum eru fyri 2021 og 2022.
Unga filmslistakvinnan, Maria Guldbrandsø Tórgarð, fekk gávugóðs úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum fyri 2021.
Maria Guldbrandsø Tórgarð er leikstjóri og tey flestu kenna hana frá heimildarfilminum “Skál”, ið Maria gjørdi um Daniu Oddmarsdóttir Tausen, har vit í filminum fylgja tá 22 ára gomlu Daniu, ættað av Toftum, sum lesur ritlist á Setrinum og er í holt við sítt yrkingasavn, ið ber sama heitið sum filmurin. Í tvey ár fylgdi Maria Daniu og tey fólk, sum standa henni nær.
Maria hevur ofta verið at sæð í samband við Geytavirðislønina. Í 2019 var hon í uppskoti fyri filmin “Góðastova”. Í 2016 var hon tilnevnd við filminum "Frávík", og í 2018 vann hon áskoðaravirðislønina fyri filmin "Maðurin við blæuni".
Maria er fødd í 1997 og hevur filmsútbúgving frá KBH Film og Fotoskole.
Alda Mohr Eyðunardóttir fekk gávugóðs úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum fyri 2022.
Alda Mohr Eyðunardóttir er hugtikin av handarbeiði og brúkar tað á ymiskan hátt í list síni, bæði við at tilevna tekstilverk við hond og við at stoypa tekstil í bronsu
Alda Mohr Eyðunardóttir (f. 1997) er fødd og uppvaksin í Tórshavn og gongur á Kongaliga Danska Kunstakademinum í Keypmannahavn.
Hon hevur verið við á fleiri Várframsýningum og Ólavsøkuframsýningum, og í 2019 hevði hon fyrstu serframsýning sína, “Flakar”, í gomlu Skálabúðini í Tórshavn. Seinasta árið hevur Alda Mohr Eyðunardóttir verið við á framsýningini “Samrøður um mjørka” (2020-2021) á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn.
Gávugóðsið er 35.000 krónur og verður latið saman við heiðursbrævi.
Um Grunnin
Thorvald Poulsen (føddur 8. februar 1912) var garðyrkismaður – gartnari – í Havn og hevði vakstrarhús og urtagarð sín, har sum R. C. Effersøes gøta og gøtan Egholmstrøð møtast. Hann átti eisini traðirnar, har SMS og meginparturin av R. C. Effersøes gøtu eru í dag. Alt hetta økið seldi hann og setti peningin á bók í Føroya Sparikassa, har hann stóð og rentaði, til Thorvald doyði.
Torvald hevði áhuga fyri máli og list, og hann stovnaði grunnin til tess at stuðla ungum fólkum við listaligum evnum at nema sær útbúgving.
Limirnir í nevndini eru sambært viðtøkunum fyri grunnin rektarin á Fróðskaparsetri Føroya, formaðurin í Listasambandi Føroya og formaðurin í Føroya Lærarafelagi. Thorvald ynskti, at grunnurin skuldi handa gávur á føðingardegi sínum, sum var 8. februar. Gávugóðsið varð fyrstu ferð latið í 2001.
Tey, sum hava fingið stuðul úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum eru hesi:
2020: Anna Malan Jógvansdóttir, rithøvundi, 35.000 krónur.
2019: Lea Kampmann, tónleikari, 35.000 krónur.
2018: Anný Djurhuus Øssursdóttir, listakvinna, 50.000 krónur.
2017: Tórshavnar Musikkskúli, umboðandi musikkskúlarnar í Føroyum, 50.000 krónur.
2016: Tórshavnar Musikkskúli, umboðandi musikkskúlarnar í Føroyum, 50.000 krónur.
2015: Tórshavnar Musikkskúli, umboðandi musikkskúlarnar í Føroyum, 50.000 krónur.
2014: Heiðrun Petersen, fiólleikari, 50.000 krónur.
2013: Bárður Reinert Poulsen, tónleikari og Janus á Húsagarði, teknari og rithøvundur 25.000 krónur. í part.
2012: Anton Petersen, filmsleikstjóri, 60.000 krónur.
2011: Dáva Juul Magnussen, tónlistamað, 60.000 krónur.
2010: Herborg Silja Strøm, listarkvinnu, 60.000 krónur.
2009: Kjartan Hansen, fólkatónleikari og nemur sær útbúgving innan sjónleik, 60.000 krónur.
2008: Marianna Mørkøre, listarkvinna, 60.000 krónur.
2007: Sámal Blak, myndahøggari og málari, 60.000 krónur.
2006: Jóhanna Reginsdóttir av Steinum, sniðgevi, 60.000 krónur.
2005: Bárður Oskarsson, teknari og rithøvundur, 60.000 krónur.
2004: Marjun Kjelnæs, rithøvundur, Jógvan Sverrason Biskopstø, sniðgevi og teknari og Eivør Pálsdóttir, songkvinna, 25.000 krónur í part.
2003: Tróndur Bogason, tónasmiður, 60.000 krónur.
2002: Andrass Olsen, tónleikari, 60.000 krónur, Teitur Árnason, filmsleikstjóri, 25.000 krónur og Petur Elias Askham Guttesen, rithøvundi, 25.000 krónur.
2001: Rannvá Konoy, listakvinna 60.000 krónur.