Maria í Túni, sum er læknaskrivari á Landssjúkrahúsinum, varð á aðalfundinum seinasta vikuskiftið kosin til ársins álitisfólk. Maria var vald ímillum tey áleið 100 álitisfólkini í skipanini hjá Starvsfelagnum, sum fevnir um øll sáttmálaøkini – alment, kommunalt og almennu partafeløgini. Maria fekk heiðursbræv og eina gávu frá formanni felagsins á aðalfundinum.
- Hetta er øgiliga stórt og eg hevði ikki væntað tað, so tað skuldi líka sodna eitt sindur, sigur Maria nú nakrar dagar seinni um heiðurin.
- Eg eri ordiliga glað og hetta gevur mær blóð uppá tonnina at halda fram við arbeiðnum. Tað er ordiliga gott at fáa hetta herðaklappið og vita, at man ger eitt nøktandi arbeiði.
Maria var skotin upp av starvsfeløgum sínum á psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum. Grundgevingin frá starvsfeløgunum var, at:
"Maria hevur verið virkin sum álitisumboð í nøkur ár nú. Hon hevur sum álitisumboð røkt uppgávuna til fulnar, hon hevur talað fyri sakini hjá starvsfólkinum og hevur stríðst fyri rættindinum hjá starvsfeløgunum.
Hon hevur eisini sum álitisumboð vakt ans og áhuga fyri fakfelagspolitikki.
Maria arbeiðir út frá, at rættindini hjá starvsfólkinum verða vird, og at alt fer rætt fram. Og so er hon sera innbjóðandi at tosa við og er altíð klár at hjálpa.
Hon er semjusøkjandi, hjálpsom og álítisvekjandi.
Tí halda vit, at hon hevur uppiborið heiðurin sum ársins álitisfólk."
Fekk áhugan frá starvsfelaga
Maria greiðir frá, at hon fekk áhugan fyri álitisfólkarbeiðnum frá einum starvsfelaga, sum eisini var álitisfólk og veruliga brendi fyri arbeiðnum. Hon vísti Mariu, at álitisfólk kunnu gera sína ávirkan galdandi í lokalu samstarvsnevndini og eisini høvuðssamstarvsnevndini á Landssjúkrahúsinum, til gagns fyri bæði starvsfólkini og fakfelagið.
- Tað er týdningarmikið, at vit hava álitisfólkaskipanina, bæði tá tað gongur væl og eisini í teimum truplu støðunum.
Spurd um, hvussu man kann vera eitt gott álitisfólk, svarar Maria, at man ger bara sítt besta.
- Tað, sum hjálpir mær væl, er, at eg altíð havi Starvsfelagið í rygginum. Tá ivamál eru, kann eg altíð tosa við felagið og fáa ta ráðgeving, sum eg havi tørv á fyri at svara spurningunum, sum eg fái.
Hvat sigur tú til onnur, sum hugsa at bjóða seg fram sum álitisfólk?
- Um man gongur við tonkunum um at blíva álitisfólk, so ger tað endiliga. Man veksur við uppgávuni og vit hava jú eitt felag aftanfyri okkum, sum svarar spurningum og hjálpir okkum í teimum truplu støðunum, tað ger tað heila nógv lættari. So um man brennir fyri tí og ynskir at verja okkara rættindi, so er bara at bjóða seg fram.
Starvsfelagið tekur fult undir við uppskotinum og grundgevingunum hjá starvsfeløgunum hjá Mariu. Vit ynskja Mariu hjartaliga til lukku við heiðrinum og takka henni fyri tað megnar arbeiðið, sum hon ger fyri felagið og limirnar á Landssjúkrahúsinum.