Margit avloysir Ingilín

Nummar níggju á løgtingsvalinum fer nú í sessin hjá henni, sum fekk næstflestar atkvøður

Jonhard Hammer
8. november 2024 kl. 16:52

Í dag hevur Aksel V. Johannesen føðingardag. Hann var føddur í 8. november í 1972 og fyllir 52 ár í dag.

Síðstu vikurnar hevur Aksel V. Johannesen umframt at vera løgmaður eisini umsitið umhvørvismál. Tað hevur hann gjørt, síðani Ingilín Strøm tók seg úr landsstýrissessinum og fór aftur í løgtingið.

Á 52 ára føðingardegnum útnevndi løgmaður nýtt landsstýrisfólk í umhvørvismálum. Tað er Margit Stórá, sum higartil hevur verið landsstýrisfólk í heilsumálum.

Á løgtingsvalinum 8. desember í 2022 fekk Ingilín Strøm 787 persónligar atkvøður. Tað var bara løgmaður, sum fekk fleiri persónligar atkvøður á javnaðarlistanum. Aksel V. Johannesen fekk 1958 perónligar atkvøður.

Javnaðarflokkurin fekk níggju umboð vald í tingið. Nummar níggju var Margit Stórá, sum fekk 305 perónligar atkvøður.