Tað er meiri enn eitt ár síðani, at Marghøllin fekk sera stóran skaða í ódnarveðri, men nú er so klárt at taka væltóktu høllina í nýtslu aftur.
Suðurrás skrivar, at Marghøllin letur dyrnar upp aftur í morgin, og í tí sambandi verður skipað fyri samkomu í høllini millum klokkan 15 og 18, har kommunan bjóðar ein kaffimun og okkurt til børnini.
Annars verður Marghøllin opin soleiðis um hvítusunnuna, har m.a. hoppiborgin stendur frammi.
Fríggjadagin, 17.mai: frá klokan 8:00-22:00
Leygardagin, 18.mai: frá klokkan 9:00-13:00
Hvítusunnudag, 19.mai: frá klokkan 9:00-22:00
2. Hvítusunnudag, 20. mai: frá klokkan 9:00-13:00
Tað skrivar Suðurrás á heimasíðu sínari.