March for Our Lives: Fólk mótmæla kring heimin

Í dag savnast nógv fólk í stórbýum kring heimin at mótmæla amerikonsku vápnalógina...

Alda Nielsdóttir
24. mars 2018 kl. 16:14

Í dag savnast nógv fólk í stórbýum kring heimin at mótmæla amerikonsku vápnalógina.

Í síðstu viku skipaðu skúlanæmingar í USA fyri mótmælisverkfalli at minnist teimum, ið vórðu dripin í Marjorie Stoneman Douglas miðnámsskúlanum í Florida 14. februar, og fyri at vísa landsins politikarum, at okkurt má gerast við vaksandi skotyvirgangin.

Í dag verður skipað fyri mótmælisgongu í Washington DC, har næmingar, ið komu undan hendingini í Florida við lívinum ganga á odda. Hetta er ein bøn til politikarar um at bøta um vápnalógina.

Tað er ikki bara í Washington DC, at har verður mótmælt. Skipað verður eisini fyri mótmælistiltøkum aðrastaðni í USA og kring heimin, skrivar CNN.

Hópskotdrápið í Marjorie Stoneman Douglas miðnámsskúlanum í februar var tað 8. í USA í ár, og næmingar ið yvirlivdu hava síðan tá arbeitt fyri at fingið politikarar at broyta vápnalógina.

"Tey vita ikki hvussu tað er at vera fáar metrar frá einari AR-15 riflu," segði Alfonso Calderon, ein 16 ára gamal skúlanæmingur, ið er millum teirra, ið yvirlivdi hendingina í Florida. "Hvønn tann einasta dag, kannst tú vakna og hugsa 'kanska eg fari at doyggja í dag'".

"Eingin næmingur eigur at verða noyddur at goyma seg undir kroppinum á sínum deyða flokksfelaga fyri at yvirliva, men eg var tann næmingurin", segði Aalayah Eastmond, ein annar næmingur, ið yvirlivdi eitt hópskotdráp.

"Vit eiga ikki bara at leggja dent á skotdráp í skúlum. Stórbýir og lág-inntøku samfeløg hava eisini stórar trupulleikar av hesum. Gubbi mín varð skotin til deyðis fyri 15 árum síðani, og enn er einki broytt."

Næmingarnar hava funnið stuðul frá fleiri kendum fólkum, og sambært heimasíðuni hjá tiltakinum, fara m.o. Ariana Grande, Miley Cyrus og Demi Lovato at luttaka í mótmælinum í Washington.

Onnur kend fólk m.o. Oprah Winfrey, George Clooney og Steven Spielberg hava givið eina hálva millión dollarar hvør til grunnin hjá mótmælistiltakinum.

Skipað verður í dag fyri fleiri enn 800 mótmælistiltøkum kring heimin. Umframt at fleiri mótmælisgongur vera í stórbýum kring USA, fara fólk eisini at mótmæla í Berlin, London, Madrid, París, Tokyo og Seoul.