Marcelo upptikin til seinna CL-dystin - Skal vera valeygleiðari til lokalval

Lokalval er í Madrid dagin fyri seinna dystin í hálvfinaluni í Champions League, og Marcelo er hevur fingið boð um at gera sína borgaraskyldu sum valeygleiðari til valið

Steinar Patursson
29. apríl 2021 kl. 11:28

Tá hópurin hjá Real Madrid fer til Stamford Bridge í London at spæla seinna dystin í hálvfinaluni móti Chelsea, verður tað møguliga uttan vinstrabakkin Marcelo.

Tað er lætt at hugsað sær, at orsøkin kundi verið skaði ella karantena fyri reytt kort ella ov nógv gul kort, men so er ikki. Orsøkin er, at Marcelo er úttikin sum valeygleiðari í lokalvali í Madrid 4. Mei, dagin fyri dystin móti Chelsea.

Tað skrivar spanska El Mundo sambært DR.

Hóast Marcelo er úr Brazil og hevur heili spælt heili 58 landsdystir fyri Brazil, fekk hann í 2011 spanskan ríkisborgararætt. Og við ríkisborgararættinum fylgja eisini ríkisborgaraskyldur, og tí varð tað, at hansara navn var millum tey, ið kundu trekkjast, tá valeygleiðarar skuldu finnast.

Tað ber til at verða undantikin frá at gera sínar borgaraskyldur, men sum skilst er Champions League ikki ein góðkend undanførsla.

Spansk lóggáva leggur eisini upp fyri, at fólk, sum skulu gera tænastu í almennum tiltøkum, sleppa undan at vera valeygleiðarar, men í teimum førunum er neyðugt, at almenna tiltakið má avlýsast, um ikki viðkomandi fær møtt.

Og hóast Marcelo er dugnaligur og týdningarmikil partur av Madrid hópinum, er tað neyvan so, at Real Madrid ikki stillar upp til dyst, um brasiliumaðurin ikki er við.

Dysturin móti Chelsea verður altso leiktur dagin eftir valið, og undir vanligum umstøðum hevði tað borið til hjá Marcelo at komið aftrat hópinum á sjálvum dystardegnum. Í hesum døgum ber tað kortini ikki til, tí at koronuleiðreglurnar hjá UEFA loyva tí ikki.

Spurningurin er so, hvørja loysn Real Madrid og formaðurin í felagnum, Florentino Perez, fara at finna, ið skal loyva Marcelo at taka lut í returdystinum.

Fyrri dysturin í hálvfinaluni varð leiktur í Madrid týsdagin, tað endaði við 1-1 javnleiki.