Manskórið hevur jólakonsert sunnukvøldið

Hetta er tann tíðin, tá allar jólakonsertirnar vera, og í tíðindaskrivi boðar manskórið frá, at teirra konsert verður sunnukvøldið 6. desember klokkan 19.30

Sveinur Tróndarson
30. november 2020 kl. 08:28

Eins og undanfarin ár skipar Tórshavnar Manskór aftur í ár fyri jólakonsert í Vesturkirkjuni. Hesa­ferð verður konsertin sunnukvøldið 6. desember klokkan 19.30, og enn sum áður eru tað Bjarni Restorff og Kári Bæk, sum stjórna manskórinum.

Men tað er næstan bara tað, sum hevur verið vanligt, tá vit tosa um sangárið 2020.

Tá árið byrjaði hevði Tórshavnar Manskór stórar ætlanir saman við Karlakóri Reykjavíkar um jólakonsertir, bæði her og í Reykjavík, saman men tað fór sum so mangt annað í hesum tíðum í vaskið.

Men tá ein hurð letist aftur, letist ofta ein onnur upp, og soleiðis var eisini í hesum førum. Tí í­staðin hevur manskórið fingið Elina Brimheim Heinesen at framføra sangin ”Eitt dýpi av dýrari tíð”, sum pápi hennara, Jens Pauli Heinesen, hevur yrkt, og sum Elin sjálv hevur gjørt lagið til, saman við okkum. Ta framførsluna gleða vit okkum stórliga til.

Tað gera vit eisini til restina av konsertini, sum eisini verður øðrvísi enn. Hesaferð verður tað bara Tórshavnar Manskór, sum syngur, men afturfyri hava vit valt eina skrá, sum er ógvuliga fjølbroytt. Nógv tann størsti parturin er føroyskur, men vit syngja eisini ein latínskan sang, ein danskan og og ein enskan áðrenn vit enda við teimum báðum kendastu føroysku jólasangunum, Føgur er foldin og Gleðilig jól.

Jólakonsertin er eitt av teimum heilt stóru tiltøkunum hjá Tórshavnar Manskóri, og ár undan ári hevur kórið fylt Vesturkirkjuna við áhoyrarum, men eisini tað verður øðrvísi í ár. Hesaferð hevur koronan nevniliga tað við sær, at vit sleppa ikki at fylla kirkjuna, tað vilja myndug­leik­ar­nir ikki. Teimum tilmælum fylgir kirkjuligur myndugleikin, og tí sleppa fólk bara at sita á øðr­um hvørjum beinki.

Hetta skal tó ikki taka nakað frá konsertini, tí Tórshavnar Manskór fer, líkasum kórið hevur gjørt øll hini undanfarnu árini, at geva alt, so áhoyrararnir fáa eina góða jólakonsert.

Tórshavnar Manskór varð stovnað í 1986 av Bjarna Restorff og Kára av Reyni. Kórið er øgi­liga virkið og hevur vanlig ár hópin av framførslum. Umframt tær føstu konsertirnar um várið og á jólum hevur kórið millum 30 og 40 framførslur um árið.

Jólakonsertin hjá Tórshavnar Manskóri verður í Vesturkirkjuni sunnudagin 6. september klokkan 19.30, og vit vóna, at nógv fólk koma at lurta. Tey sum ikki sleppa til konsertina í kirkjuni hava tó ein møguleika afturat, tí konsertin verður stroymd á heimasíðuni hjá kirkjuni, www.vesturkirkjan.fo.