Føroyar - Týskland 27-33 (16-15)
Ikki kann sigast annað enn, at dysturin í kvøld var eitt satt bragd.
Gaman í vunnu týskarar 33-27, men tá fyrri hálvleikur var liðugur vóru okkara menn á odda við einum máli, 16-15, og akkurát tað hevði neyvan nakar roknað við undan dystinum.
Tí Týskland er eitt sera sterkt hondbóltslandslið, týska landskappingin hjá monnum er heimsins sterkasta, so tað var av sonnum ein dystur móti yvirmaktini – aftur – í kvøld.
Men tað løgdu okkara menn líka í, tá dysturin byrjaði, og tí góvu teir alt sum teir áttu og nokkso fitt afturat.
Týskarar byrjaðu júst so væl sum væntast kundi, tí teir fóru framum, men kanska var tað líka nógv tí føroyingar brendu og týsku gestirnir skoraðu. Men tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin byrjaðu okkara menn at eta seg inn á týskarar aftur, og brádliga vóru føroyingar frammanfyri.
Seinastu løtuna í fyrra hálvleiki kláraðu føroyingar at halda stand og leggja trýst á gestirnar. Samstundis tók Nicholas Satchwell okkurt í málinum, og tá so Hákun West av Teigum og Elias Ellefsen á Skipagøtu skoraðu sum teir gjørdu, ja, so eydnaðist tað okkara monnum at halda stand og vera á odda í hálvleikinum.
Seinni hálvleikur var tíverri ikki líka góður fyri okkara menn, og so kom tann veruligi styrkimunurin til sjóndar, og í grundini var hann nokk tað sum í síðsta enda gjørdi, at týsku gestirnir eisini vunnu henda dystin.
Samanumtikið má tó sigast, at dysturin í kvøld var ein av teimum heilt stóru ítróttarupplivingunum. Ikki tí, okkara menn taptu dystin, men upplivingin liggur í, at avgerðin hjá HSF at satsa stórt við landsliðunum aftur. Vit eiga nakrar heilt einastandandi góðar leikarar, harav fleiri teirra spæla uttanlands, eisini í góðum feløgum, og úrslitini hava jú víst, at vit eru á veg til at fáa eitt – eftir okkara forholdum – sterkt lið.
Í løtuni er tað serliga Elias Ellefsen á Skipagøtu, sum ber øgiliga nógv á sínum herðum, men sjálvt um hann átti øgiliga stóran part í málunum í dag, so var hann ikki einsamallur, og verri enn so.
Tí verður áhugavert at fylgja gongdini hjá hesum liðinum, tí tað er slett ikki óvist, at føroyska hondbóltslandsliðið hjá monnum fyrr ella seinni klárar at spæla seg í eitt endaspæl.
Í kvøld spældu “54.000” fyri aðru ferð uppá eina viku ímóti “83 milliónum”, og tað endaði við, at vit taptu. Men vit vunnu fyrra hálvleiki, og sambært onkrum týskum miðlum uppiborið.
Myndamaðurin hjá Dimmalætting, Jens Kristian Vang, var í høllini á Hálsi og tók hesar frálíku myndirnar av bæði dysti og áskoðarum. Vit lata myndirnar tala fyri seg.