Leygardagin fer A-landsliðið við monnum at spæla fyrra dystin í Baltic Cup 2024, tá Estland tekur ímóti á Le Coq Arena í Tallinn.
Men til landsliðsuppgávurnar hesaferð verður venjarin, Håkan Ericson noyddur at síggja burtur frá Bartali Wardum úr HB, Andriasi Edmundsson, ið spælir fyri MKS Chojniczanka í Póllandi, og málverjanum, Mattiasi Lamhauge, sum spælir fyri FC Fredericia í Danmark.
Í staðin hevur landsliðsvenjarin sent boð eftir Ragnari Samuelsen úr B68, og Noah Hans Mneney, sum spælir fyri norska felagið Bryne FK, og Ari í Haraldstovu Petersen úr KÍ.
Seinni dysturin í Baltic Cup verður týsdagin 11. juni, og tá verður mótstøðuliðið annaðhvørt Lettlandi ella Litava.
Hópurin
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Silas Eyðsteinsson, B36 Tórshavn
Ari í Haraldstovu Petersen, KÍ Klaksvík
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ Klaksvík
Jann Julin Benjaminsen, B36 Tórshavn
Viljormur Davidsen, HB Tórshavn
Daniel Johansen, Thisted FC (Danmark)
Ragnar Samuelsen, B68 Toftir
Noah Hans Mneney, Bryne FK (Noreg)
Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (Ísland)
Samuel Chukwudi, HB Tórshavn
Gullbrandur Øregaard, Sandnes ULF (Noreg)
Aron Jarnskor Ellingsgaard, Víkingur
René Shaki Joensen, KÍ Klaksvík
Arnbjørn Svensson, Víkingur
Hanus Sørensen, HB Tórshavn
Adrian Justinussen, Hillerød Fodbold (Danmark)
Meinhard Egilsson Olsen, Mjøndal IF (Noreg)
Stefan Radosavljevic, Sligo Rovers FC (Írland)
Pætur Petersen, KÍ Klaksvík
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ Runavík
Petur Knudsen, NSÍ Runavík
Jóan Símun Edmundsson, FC Shkupi (Norðurmakedónia)
Patrik Johannesen, Breiðablik (Ísland)