Manchester United hevur vunnið Carabao Cup.
Dysturin var ein góðan hálvan tíma gamal tá støðan bleiv 1-0. Luke Shaw legði innfyri frá vinstru og har var brasilianski miðvallarin Casemiro hægstur og stútaði bóltin í málið.
Bert fáar minuttir seinni var tað ikki óvænta stórspælandi Manchester United áleyparin Marcus Rashford, sum økti um leiðsluna.
Enski áleyparin varð sendur í dýpdina av liðfelaganum Wout Weghorst og fekk við eitt sindur av hepni og ivasamum málmanspæli tvífaldað leiðsluna.
Harvið hevur Rashford síðan HM endaspælið í desember staðið fyri 17 málum í 19 dystum í øllum kappingum.
Tá dysturin var ein tími gamal fekk Newcastle lagt Manchester United verjuna undir trýst, men reyðu devlarnir fingu vart fyri.
Knøp seks ár eru ligin síðan Manchester United vann sítt seinasta steyp, sum var Europa League í 2016/17 tá Mourinho sat við róðrið. Fyri flestu feløg eru seks ár ikki so long tíð uttan steyp, men fyri eitt lið sum Manchester United er tað alt ov long tíð. So hóast Carabao Cup ikki er hægst á ynskilistanum yvir steyp ein vil vinna, so er dagurin í dag ein stórur lætti fyri United viðhaldsfólk og spælarar.
Newcastle viðhaldsfólk kunna hinvegin ikki vera annað enn skuffaði. Seinast Newcastle vann eitt steyp var tá felagið vann FA Cup í 1955.