Manchester United stjørna er fríkend fyri neyðtøkuroynd og harðskap

21 ára gamli Mason Greenwood hevur ikki spælt fótbólt síðan januar 2022

Ragnar Sjúrðarson
2. februar 2023 kl. 19:27

Allar ákærur í móti Mason Greenwood eru sleptar.

Tað upplýsti Greater Manchester Police (GMP) í eini fráboðan seinnapartin í dag.

Mason Greenwood var ákærdur fyri neyðtøkuroynd, harðskap og tvingsilsatferð í móti fyrrverandi unnustuni.

Rættarmálið í móti Greenwood var annars sett at byrja tann 27. November.

Men nú eru allar ákærur sleptar eftir einari meting frá kanningarliðnum og advokatunum hjá GMP.

Kanningararbeiðið av 21 ára Mason Greenwood hevur koyrt síðan januar 2022, tí hevur stjørnuskotið hjá Manchester United heldur ikki verið á vøllinum síðan.

Onglendingurin, sum taldist millum størstu talentini í fótbóltsheiminum, hevur enn sáttmála við Manchester United, men enn er óvist um hann verður aftur at síggja í United blusuni. Felagið hevur boðað frá, at Manchester United fer at gjøgnumføra sína egnu mannagongd í málinum.