Manchester United vann 3-0 á Leicester í dag. Ikki óvæntað var tað áleyparin Marcus Rashford, sum legði Manchester United á odda í fyrra hálvleiki, har Leicester annars hevði havt teir vandamiklu málmøguleikarnar.
Manchester United sat á dystinum allan seinna hálvleik og tað gekk ikki long tíð so økti Rashford um leiðsluna til 2-0. Í 61`inda minutti staðfesti Jadon Sancho sigurin. Hetta var fimmti landskappingardysturin á rað har Rashford skorar.
Við sigrinum á Leicester heldur Manchester United enn lív í vónini um at vinna meistaraheitið.
Leicester liggur nummar 14 eftir 23 umfør, einans fýra stig frá niðurflytingarstrikuni.