Hóast spurnartekn hava verið sett við verjuna hjá Manchester United hetta kappingarárið, so bendir alt á, at felagið megnar betri at verja fyri, tá telduálop verða framd móti felagnum.
Enska stórfelagið boðar frá, at felagið skjótt fekk tamarhald á einum telduálopi, ið varð framt móti felagnum farna leygardag, tí fekk hetta ongar avleiðingar fyri dystin heima móti West Bromwich Albion leygardagin - ein dystur, ið teir reyðu úr Manchester vunnu 1-0.
Samstundis undirstrikar felagið, at limir í felagnum ikki nýtast at stúra fyri, at teirra persónsupplýsingar eru stolnir. Har hava teldusníkarnir ikki fingið atgongd, sigur felagið.
- Hóast tað er eitt umfatandi álop av skipaðum teldusníkum, so hevur felagið greiðar mannagongdir hesum viðvíkjandi, og telduskipanin hjá felagnum verður trýstroynd javnan, hevur The Guardian fingið váttað frá Manchester United.
Sambært bretska National Cyber Security Centre, so hava 70 prosent av øllum ítróttarfeløgum í Bretlandi verið fyri telduálopum seinasta árið – og serliga nú í koronatíðini.