Manchester United og AC Milan bresta saman í Europa League

Lutakastið til áttandapartfinalurnar í kappingini varð drigið fyri løtu síðani

Ari av Rana
26. februar 2021 kl. 12:35

Lutakastið til áttandapartfinalurnar í Europa League varð drigið fyri løtu síðani og serliga ein dystur verður spennandi. Tað er dysturin millum evropeisku stórfeløgini AC Milan og Manchester United.

Bæði liðini hava søguliga staðið seg væl í evropeiskar luttøku. Enska stórfelagið Manchester United hevur vunnið European CUP/Champions League tríggjar ferðir, Europa League eina ferð, European Cup Winners Cup eina ferð og European Super Cup eina ferð.

Italska stórfelagið AC Milan hevur staðið seg enn betri í evorpeiskum kappingum. Felagið hevur vunnið European CUP/Champions League heili sjey ferðir, European Cup Winners Cup tvær ferðir og European Super Cup/UEFA Super Cup fimm ferðir.

London er eisini væl umboðað í kappingini. Arsenal skal dystast við grikska Olympiakos um víðari luttøku, meðan Tottenham skal royna at basa kroatiska Dinamo Zagreb.

Norska Molde er fyri fyrstu ferð í søguni komið so langt í kappingini og skal royna at vinna á spanska Granda í áttandapartfinalunum.

Lutakastið gjørdist hetta:

Ajax – Young Boys

Dynamo Kyiv – Villarreal

AS Roma – Shakthar Donetsk

Olympiakos – Arsenal

Dinamo Zagreb – Tottenham

Manchester United – AC Milan

Slavia Praha – Rangers

Granada - Molde