Manchester United leikari offur fyri rasismu 

Ashley Young hevur verið offur fyri rasismu á netinum, síðani hansara lið tapti í Champions League seinasta týsdag

Hergeir Staksberg
18. apríl 2019 kl. 17:46

Ashley Young, sum er verjuleikari hjá Manchester United, hevur verið offur fyri rasismu á netinum, síðani hansara lið tapti í Champions League seinasta týsdag

Felagskapurin, Kick it Out, sum arbeiðir fyri javnrættindum innan fótbólt, hevur varpað ljós á vaksandi trupulleikan við rasismu á sosialum miðlunum.

- Nú hevur enn ein svartur leikari, hesuferð var tað Ashley Young, verið offur fyri rasismu á sosialu miðlunum eftir Champions League dystin týskvøldið, skrivar felagsskapurin Kick it Out.

Manchester United hava síðani boðað frá, at tey arbeiða við at finna persónarnir handan rasistisku útsagnirnar og vóna, at rasistiski atburðurin fær avleiðingar. 

Mikudagin boðaði Manchester United frá í einum tíðindaskrivi, at:

- Manchester United er harðliga í móti rasistisku viðmerkingunum, sum vóru á sosialu miðlunum í samband við Champions League dystin týskvøldið”.  

(Mohamed Salah telist millum bestu leikarar í heiminum. Mynd: Shutterstock)

Ikki fyrstuferð
Hetta er ikki fyrstuferð, at rasisma hevur funnið stað í fótbóltsheiminum, og rasisman sær út til at vinda upp á seg. Seinastu tíðina hava fleiri av teimum heilt stóru stjørnunum í enskum fótbólti verið offur fyri rasismu. Umframt Ashley Young, so hava Raheem Sterling, Danny Rose og Mohamed Salah eisini staðið model til rasistiska útspilling.

Hjá Mohamed Salah vóru tað fleiri viðhaldsfólk hjá Chelsea, sum róptu ymiskt rasistiskt eftir honum. Hjá Sterling var tað eisini í samband við Chelsea, at hann fyrstu ferð var offur fyri rasismu. Seinnu ferðina, at áskoðarar fóru eftir manninum heldur enn bóltinum, var í samband við landsliðsdystin millum England og Montenegro.

(Ein av stóru stjørnunum hjá Manchester City, Raheem Sterling. Mynd: Shutterstock)

Kick it Out leggur eftir Twitter
Í tíðindaskrivi hjá Kick it Out spyrja tey Twitter, hví tey loyva rasismu á teirra platformi:

- Twitter, vit spyrja tykkum enn einaferð: Nær fara tit at taka hetta í álvara og gera nakað við tað, sum fer fram á tykkara platformi?

Mikudagin svaraði Twitter og segði, at innleggið á Twitter var brot á teirra reglur viðvíkjandi vánaligum atburði. Avleiðingin fyri slíkan atburð er, at brúkarin verður noyddur at strika rasistisku boðini, áðrenn hann aftur kann skriva eini boð. Sum tað seinasta, so boðar Twitter frá, at tey fara halda eyga við hesum brúkarunum, og tey vilja fegin samstarva við Kick it Out í samband við rasismu.