Aston Villa, Fulham, Burnley, Nottingham Forest, Wolves, Bournemouth, Everton, Charlton og Manchester City. Hetta eru tey liðini Manchester United hevur møtt seinastu níggju dystirnar. Øll hava tey tað til felags, at Manchester United er farið avstað við øllum trimum stigunum í móti teimum.
Erik Ten Hag hevur megnað at fáa leikarnar á Old Trafford at spæla við sjálvsáliti aftur. Nakað mann ikki hevur sæð í 10 ár, við undantaki frá einum stuttum tíðarskeiði tá Ole Gunnar Solskjær við róðrið.
Crystal Palace plagar at geva Manchester United høvuðbrýggj, men í løtuni spæla The Eagles ikki góðan fótbólt. Crystal Palace hevur tapt seks av sínum seinastu sjey dystum.
Spælur Manchester United sum teir hava gjørt seinastu tíðina so er lítið at ivast í, at Erik Ten Haag vinnur sín tíggjunda dyst á rað.
Sunnudagin tekur Arsenal í móti Manchester United. Megna teir at vinna á Arsenal eru teir í meistarastríðið við Arsenal og Manchester City. Men tað krevst, at teir fyrst greiða setningin í kvøld klokkan 20 á Selhurst Park.