Manchester United eyðmýktir

Í kvøld var Manchester United á vitjan hjá grannunum Manchester City. City er oddalið í Premier League og spældi sum eitt meistaralið.

Mynd: EPA
Kristian Waag Dam
6. mars 2022 kl. 19:00

Hetta vikuskiftið var umfar nummar 28 leikt í Premier League í Onglandi. Brakið hetta vikuskiftið var grannauppgerðin ímillum Manchester feløgini, Manchester United og Manchester City.

Undan dystinum var City favorittur at vinna dystin. City lá nummar eitt undan dystinum og átti haraftrat heimavøll. Útiliðið, United, hevur verið svingandi alt kappingarárið. Aftrat hesum var heimsstjørnan Cristiano Ronaldo ikki við í hópinum, orsakað av skaða. Tískil mátti United gera ein vørr, um teir ætlaðu at vinna sær stig við heim.

City legði væl frá landi. Belgiska stjørnan, De Bruyne, skoraði tá fimm minuttir vóru spældir. Tá 22 minuttir vóru leiktir megnaði United at skora uppá eitt snarálop. Tað var Fyrrverandi City leikarin, Jadon Sancho, ið skoraði fyri United. Hetta var ein stokkut gleði, tí stutt aftaná svaraði City aftur. Aftur hesaferð var tað De Bruyne, ið legði City á odda. Hesa ferð til 2-1, sum eisini gjørdist hálvleiksstøðan.

City stýrdi tað mesta av dystinum. United gjørdi tvær útskiftingar, men til onga nyttu. Í seinna hálvleiki var Riyad Mahrez í hopla. Hann skoraði til 3-1, tá 68 minuttir vóru leiktir. Síðan økti hann enn eina ferð um leiðsluna í yvirtíðini. Tá dómarin bríkslaði dystin av var støðan 4-1 til Manchester City.

Við hesum varðveitti City oddasessin í Premier League. Hóast City er á odda, so eru Liverpool einans seks stig aftanfyri. United liggur enn nummar fimm og berjast teir um plássini, ið geva atgongd til Champions Leauge.