Tað er ikki nógv, ið bendir á at Manchester United hevur ætlanir um at varðveita Christian Eriksen hetta summarið.
32 ára gamli danin hevur eitt ár eftir av sáttmála sínum, og sambært venjaranum, Erik ten Hag, hevur Manchester United ikki tørv á Eriksen. Tí vilja reyðu devlarnir selja hann hetta summarið.
Eriksen hevur eina høga løn, sum felagið gjarna vil sleppa undan at rinda í enn eitt ár. Tí eru teir sambært Football Insider til reiðar at selja hann fyri einans 5 milliónir pund, sum er eitt sindur meira enn 43 milliónir krónur.
Eriksen hevur verið á Old Trafford síðan juli 2022, eftir hansara stuttu tíð í Brentford. Í síni tíð í Premier League hevur hann vunnið EFL Cup og verið ein partur av liðnum, sum vann FA Cup í fjør.
Danski landsliðsmiðvallarin hevur til tíðir víst sína góðsku í United, har hann hevur skorað trý mál og 13 uppleg í 72 dystum. Í fjør byrjaði hann inni í einans 12 av sínum 22 Premier League dystum.
Christian Eriksen hevur framvegis ikki spælt fyri United hetta kappingarárið, har Ten Hag ikki hevur valt at brúka hann í Community Shield-finaluni eller fyrsta dystinum í hesum Premier League-kappingarárinum.