Manchester City nærkast semju við Bundesliga stjørnu

Manchester City hevur fyri stuttum keypt Mateo kovačić, men Guardiola er longu úti eftir einum nýggjum leikara

Ragnar Sjúrðarson
22. juni 2023 kl. 18:55

Sambært álítandi journalistinum Fabrizio Romano, verður Josko Gvardiol Manchester City spælari innan leingi og eru persónligu viðurskiftini við at vera komin uppá pláss við kroatiska miðverjanum.

Treble-vinnararnir mangla tó enn at semjast um prís við RB Leipzig. Bundesliga felagið krevur umleið 100 milliónir evrur – 750 milliónir krónur – fyri teirra stjørnuleikara.

Enn er ógreitt um Guardiola er villigur at rinda høga prísin. Í so fall, at Manchester City rindar høgu upphæddina, verður tað nýtt met fyri kostna av einum miðverja. Í dag eitur dýrasti miðverjin nakrantíð Harry Maguire, som bleiv keyptur fyri 80 milliónir pund aftur í 2019.