Manchester City kann ikki kæra til CAS

Tá Manchester City seinast varð kannað og ákært fyri at bróta Financial Fair Play-reglarnar av UEFA í 2020, fór City víðari við sakini til ítróttargerðarrættin, CAS, sum ógildaði dómin, felagið hevði fingið. Tann møguleikan hevur enska felagið ikki hesa ferð, nú Premier League hevur ákært City fyri brot á Financial Fair Play-reglarnar

Sigurjón Einarsson
9. februar 2023 kl. 13:10

Tann 14. februar í 2020 upplýsti evropeiska fótbóltssamgongan, UEFA, at Manchester City var útihýst frá evropeiskum fótbólti í tvey ár, umframt eina bót upp á 224 milliónir krónur fyri brot á Financial Fair Play-reglarnar (FFP). City kærdi hendan dómin inn fyri ítróttargerðarrættin, CAS, sum ógildaði dómin. Men sambært serfrøðingi, so hevur enska felagið ikki hendan møguleikan hesa ferð, nú Premier League hevur ákært Manchester City fyri at hava brotið FFP-reglarnar.

– Høvuðsmunurin hesa ferð er, at UEFA hevur eina fyrningarfreist upp á fimm ár, ið avmarkar prógv, sum eru eldri enn fimm ár. Premier League hevur ikki hesa avmarkingina, sigur Kieran Maguire til Sky Sports News.

Seinast, tá ið City var ákært fyri at hava brotið FFP-reglarnar, kom CAS fram til, at nógvar av ákærunum móti enska felagnum ikki vóru staðfestar ella vóru fyrnaðar, so tí varð tað avgjørt, at The Citizens, sum felagið eisini verður nevnt, ikki skuldi útihýsast frá evropeiskum fótbólti, og at felagið “bert” skuldi gjalda eina bót upp á 75 milliónir krónur fyri brot á FFP-reglarnar.

Men hesa ferð kann Manchester City ikki skjóta málið inn fyri CAS, fær felagið ein dóm fyri síni brot.

– Málið hoyrir undir Premier League, og tí hevur Manchester City ikki hendan møguleikan hesa ferð, skrivar The Times journalisturin Martyn Ziegler.

Fríggjadagin í síðstu viku kunngjørdi Premier League, at Manchester City hevur meira 100 brot á fíggjarreglurnar fyri feløgini í Premier League í tíðarskeiðnum frá 2009 til 2018.

Setningsnevnd skal døma City
Sakførarin Murray Rosen KC, sum er leiðari fyri rættarnevndina hjá Premier League, hevur fingið til uppgávur at kalla saman eina setningsnevnd við trimum limum, sum skal taka sær av málinum. Hendan nevndin skal so koma fram til, hvørt Manchester City hevur brotið FFP-reglurnar ella ikki. Kemur nevndin fram til, at City hevur brotið reglarnar, so skal hon eisini avgera, hvat revsingin verður.

City kann kæra
Hóast City verður dømt og ikki kann kæra dómin til CAS, so kann enska felagið – ella Premier League – kæra málið.

Í so fall má Murray Rosen, ið sjálvur hevur tikið lut í yvir 20 sakum í CAS, seta saman eina kærunevnd við trimum nýggjum limum, sum hevur síðsta orðið at siga í hesum málinum.