Mamman stevnir TikTok fyri deyðan hjá dóttrini

Tað gjørdist ein lagnudagur hjá Anderson familjuni, tá 10 ára gamla Nylah Anderson kom fram á sokallaða "TikTok Blackout Challenge".

Trygvi Danielsen
15. mai 2022 kl. 13:00

Tað gjørdist ein lagnudagur hjá Anderson familjuni í Pennsylvania, USA, tá 10 ára gamla Nylah Anderson sat og skrólaði á telefonini og kom fram á sokallaða "TikTok Blackout Challenge", sum eggjar teimum ungu at halda ondini ella kvala seg, inn til tey svíma.

Hetta vandamikla spælið hevur ført til nógvar skaðar, og í desember 2021 varð unga Nylah skundflutt á sjúkrahúsið, har hon lá á vøkudeildini í fleiri dagar, áðrenn hon doyði.

Mamman, Tawainna Anderson, hevur nú stevnt kinversku appini TikTok, sum helst er best umtókti sosiali miðilin hjá børnum og ungum kring knøttin. Aldursmarkið á appini er 13 ár, men eftirlitið á økinum er sera linligt og verður á ongan hátt eftirkannað.

Tawaianna gav CBS Philadelphia hesa viðmerkingina: "Eg vil, at fyritøkan (TikTok) skal standa til svars fyri hesum. Henda vandamikla "avbjóðingin" má steðgast, so at aðrar familjur ikki uppliva hjartasorgina, sum vit nú liva við."

TikTok er m.a. ákært fyri óansni og óviljað manndráp við grundgevingini, at Nylah doyði orsakað av ágrýtnu marknarførsluni hjá risastóru fyritøkuni. "Algoritman hjá TikTok avgjørdi, at lívshættisliga "Blackout Challenge" var væl egnað til og áhugavert hjá 10 ára gomlu Nylah Anderson, og hon doyði sum úrslit av tí", stendur í ákæruni.

"Okkara rættarmál snýr seg ikki um, at onkur postaði sjónbandið á appina, men tað snýr seg um, at TikTok aktivt sendi sjónbandið til Nylah", leggur sakførarin, Jeffrey Goodman, afturat.

Keldur:
https://www.cbsnews.com/news/mother-suing-tiktok-nylah-anderson-died-blackout-challenge-tawainna-anderson-lawsuit/

https://backlinko.com/tiktok-users