Mamma Kim Wall: Alt er broytt

Síðan Kim Wall varð dripin er alt broytt hjá foreldrunum. Tað segði mamma Kim Wall, Ingrid Wall, í dag í býarrættinum í...

Alda Nielsdóttir
28. mars 2018 kl. 17:12

Síðan Kim Wall varð dripin er alt broytt hjá foreldrunum.

Tað segði mamma Kim Wall, Ingrid Wall, í dag í býarrættinum í Keypmannahavn, har uppfinnarin Peter Madsen situr á ákærubonkinum, skuldsettur fyri at hava dripið Kim Wall í kavbátinum Nautilus í fjør.

"Tað er eitt heilt annað lív nú. Tað ger tað sama, um vit tendra sjónvarpið, útvarpið, ella eg bara skal út at keypa ein pakka av mjólk, so er tað har. Hetta hevur havt við sær, at vit næstan einki privatlív hava," sigur mamman.

Hon finnst at stóru viðgerðini av málinum í miðlunum. Uml. 67.000 greinar eru skrivaðar um drápsmálið, vísir ein rapport.

Búði enn heima

Kim Wall varð enn skrásett at búgva heima hjá foreldrunum, tí hon ferðaðist so nógv kring heimin.

Gamla gentukamarið hjá Kim Wall er einki broytt síðan Kim Wall seinast var heima. Tá hon hevði skrásettan bústað í Svøríki hevði hon eisini atgongd til sjúkraviðgerð í landinum.

Tá hon var í Keypmannahavn búði Kim Wall hjá sjeikinum á Refshaleoynni í Keypmannahavn. Tað hevur sjeikurin eisini váttað.

Hann var maðurin í hennara lívi

Fyrstu ferð foreldrini hjá Kim Wall hittu danska sjeikin hjá henni var dagin áðrenn hon doyði. Tey høvdu verið par í 11 mánaðar og Kim Wall rópti hann bert "Danin" segði pápin í rættinum.

"Hann var maðurin í hennara lívi," segði Ingrid Wall í rættinum.

Tað hevði Kim Wall tosað um fleiri ferðir, enntá við døgurðatíð tann dagin hon hvarv, sigur mamman.

Flutti heimanifrá sum heilt ung

Mamman greiddi frá, at Kim Wall flutti heimanifrá sum 20 ára gomul. Hon las bæði í Svøríki, Fraklandi, London og USA.

Tá Kim Wall var stødd uttanlanda, hevði hon m.a. samband við foreldrini umvegis WhatsApp og Messenger.

"Vit høvdu samband við hana nakrar ferðir um vikuna, tá hon hevði atgongd til WiFi," segði mamma Kim Wall.

Krevja Endurgjald

Sakførarin hjá foreldrunum og sjeikinum hjá Kim Wall krevur 150.000 krónur í endurgjald í part fyri tey trý. Henda upphæddin er hægri enn vanligt.

"Umstøðurnar í hesum málinum eru ikki vanligar," sigur sakførarin.

"Málið er serstakt, tí tey avvarandi hava verið fyri trauma í longri tíð, har tey ikki hava vitað, hvat var hent við dóttir teirra."

Sakførarin greiðir frá, at tað ikki er vanligt at veita endurgjald, tá tað snýr seg um børn, ið eru flutt heimanifrá men hetta málið er øðrvísi.

Kelda: DR