Morag Donald skuldi 22. August til Føroya fyri fyrstu ferð í seks ár, og við sær á ferðini hevði hon yngsta sonin, Shamim.
Shamim hevur Lowe syndrom, sum inniber, at nógv eyka viðføri skuldi við á ferðini til Føroya, millum annað 14 kilo av sondumati og ein serlig song.
Morag Donald heldur kortini ikki, at kundatænastan frá Atlantic var nóg góð, tá hon setti seg í samband við flogfelagið fyri at vita, hvussu hon skuldi bera seg at at fáa eyka viðførið til Føroya.
- Svarið hjá henni var, at vit høvdu fingið 23 kilo fyri hvørt viðføri, og so máttu vit finna útav restini sjálv, sigur Morag Donald.
Johanna á Bergi, stjóri í Atlantic, ger hinvegin greitt, at Atlantic hevur skipanir, ið skulu tryggja, at ferðafólk sum Morag og Shamim sleppa til Føroya við neyðuga viðførinum uttan eyka kostnað, so onkur misskiljing má hava verið í samskiftinum millum Morag Donald og kundatænastuna hjá Atlantic.
Meira er at lesa í Dimmalætting, sum fæst til sølu í sølubúðum kring landið, og sum kann lesast á netinum her.