Mælt verður frá at halda festivalar

Heilsufakligi myndugleikin metir nú, at tað er ráðiligt at lata upp fyri býarlívinum og summarstevnum. Mett verður kortini ikki, at tað sama ger seg galdandi fyri festivalarnar

Steinar Patursson
18. juni 2021 kl. 10:40

Nú kann náttarlívið so smátt fara í gongd aftur, og líkt er til, at tær summarstevnur, ið eru eftir, kunnu halda fram.

Tað boðaði løgmaður frá í gjárkvøldið, eftir at heilsufakligi myndugleikin hevur viðgjørt koronustøðuna farnu vikuna.

Bæði náttarlív og summarstevnur hava verið avmarkað seinastu vikurnar, men nú verður mett, at tað er ráðiligt, at tey ”varisliga og undir skipaðum umstøðum” kunnu fara í gongd aftur, sum løgmansskrivstovan málber seg.

Hóast tað verður mett ráðiligt at halda summarstevnur, metir heilsufakligi myndugleikin kortini ikki, at festivalar eru í somu støðu.

- Heilsufakligi mynduleikin heldur framvegis ikki, at tað er ráðiligt at fyriskipa festivalar. Hava vit ætlaðu koppsetingartilgongdina í huga, og tamarhald framvegis er á smittuni, so fara vit væntandi at halda eina nærum vanliga ólavsøku í ár.

Hildið verður fast um kravdu kanningina við komu til Føroya og at fólk lata seg kanna aftur á fjórða degi. Eisini verur staðiliga heitt á øll fólk, sum koma til Føroya, um at vera sera varin til kanningina á fjórða degi, eru tey ikki koppsett.

Eisini verður mælt til, at fólk lata seg kanna, um tey skulu til størri privat ella allmenn tiltøk.