Vegna misskiljing fekk kokkurin hjá teimum norsku luttakarunum í vetrar-OL í Suðurkorea 15.000 egg, hóast hann "bert" hevði biðið um 1.500.
Har er ein rúgva av mátum mann kann nýta egg í køkinum. Eitt nú kann man kóka tey, steikja tey, og baka við teimum. Men hvat ger man, tá man brádliga stendur við 15.000 eggum, tá man "bara" hevði biðið um 1.500?
Tað eru nokk rættiliga fá, ið hava verið í hasari støðuni, men norski OL-kokkurin er ein av teimum.
Bíleggingin av eggum til máltíðirnar hjá norsku ítróttarfólkunum varð gjørd við hjálp frá Google Translate, skrivar Berlingske.
Vit fingu latið tey flestu eggini aftur, men kortini vóru vit øgiliga skelkað, sigur Ståle Johansen, kokkur.