Fyritreytirnar vóru ikki tær bestu hjá KÍ, sum í kvøld í ársins síðsta fótbóltsdysti í Føroyum hevði vitjan av Slovan Bratislava í Europa Conference League.
Tað eru næstan fýra vikur síðani síðsta umfar í landskappingini. Í Ljubljana var avrikið ikki so sannførandi, og so vóru fleiri av teimum, ið higartil í ár hava verið við til at bera KÍ liðið, ikki tøkir.
KÍ tapti í kvøld 2-1 ímóti Slovan Bratislava. Mads Bo Mikkelsen legði KÍ framum við fínum máli eftir langa sending frá Vegard Forren. Tá var eitt stórt korter farið, og longu tá hevði KÍ spælt seg til fleiri góðar møguleikar. Tann størsta átti Sivert Gussiås, men hann rakti ikki málið, tá ið hann var leysur mitt fyri.
Størsta partin av tíðini vóru klaksvíkingar omaná, men tað var Slovan Bratislava, sum vann 2-1. Miðskeiðis í 1. hálvleiki bar tilvildarlig støða í høgru við sær, at liðformaðurin Juraj Kucka javnaði, og eitt stórt korter eftir steðgin var hann aftur upp á spæl eftir innlegg úr vinstru, og so vann Slovan Bratislava 2-1.
KÍ spælararnir og venjarin vóru vónbrotnir av úrslitunum, og tað var ikki so undarligt.
-Hetta var leikliga ein av teimum bestu og kanska tann besti dysturin hjá okkum í ár. Tíverri tóku vit ikki av, tá ið vit spældu okkum til fleiri møguleikar, og tað gjørdu mótstøðumenninir og vunnu. Soleiðis er fótbóltur eisini, staðfestir eyðsýndi landsliðsspælarin Jóannes K. Danielsen í samrøðu við Trygva Absalonsen í FM1.
KÍ málskjúttin Mads Bo Mikkelsen er samdur við liðfelagan og greiddi soleiðis frá støðuni, tá ið hann legði KÍ á odda:
-Vit høvdu eygnakontakt, Vegard Forren og eg, og sendingin hjá honum var sera neyv. Tað eydnaðist at temja bóltin framvið miðverjunum, og tá ið málverjin leyp út, eydnaðist tað við ferðini at sneiða framvið honum og skora. Tað var ein góð kensla, tí vit høvdu av álvara momentum, sigur Mads Bo Mikkelsen í samrøðu við FM1.
Enn er tað ikki greitt, hvussu tað í 2024 verður við fótbóltinum hjá Mads Bo Mikkelsen:
-Tað er framvegis í tí óvissa, hvar eg fari at spæla, men eg ynski ikki at fjala, at eg trívist væl í KÍ, sigur Mads Bo Mikkelsen í samrøðu við FM1.
KÍ venjarin Magne Hoseth er samdur við sínum monnum í, at avrikið í kvøld var stak gott, og eisini hann harmast um, at tað ikki eydnaðist at fáa stig og vinna:
-Eg eri errin av mínum monnum, hvussu teir avrikaðu í kvøld. Teir vísti gott álopsspæl, og teir vóru leingi heilt væl skipaðir í verjupartinum. At tað er so langt millum dystirnar eigur at síggjast aftur, og síðsta stóra korterið var verjuskipanin ikki so góð, sum hon annars hevði verið, staðfestir venjarin, og hann heldur fram:
-Tað ræður um at taka av. Vit vunnu eitt mál burturúr fleiri málmøguleikum, og teir vunnu tvey mál úr kanska einum rættuligum møguleika. Nú gleða vit okkum at fara suður til Lille at seta punktum fyri bólkaspælið. Talan verður avgjørt ikki um avgreiðsluspurning. Tað hevur nógv at siga fyri KÍ og føroyskan fótbólt, at vit fara at avrika væl og vónandi vinna stig, sigur Magne Hoseth við Trygva Absalonsen í FM1.
Og tit ætla tykkum aftur í bólkaspæl næsta heyst?
-Vit hava kvalifiserað okkum at vera við í Champions League, men tað verður torført at liva upp til tað, sum vit hava megnað í ár. Sjálvandi ætla vit okkum at røkka í bólkaspæl, og vit arbeiða við at samanseta hóp, sum vit vóna verður førur fyri at spæla sunnudag, mikudag og aftur sunnudag. Tað verður torført at endurtaka tað, sum vit hava avrikað í ár, og hepnið spælir eisini inn eitt nú í lutakasti, men nú fara at fyrireika okkum. Fyrst til dystin í Lille og so til nýggja kappingarárið í Føroyum og í Europa, sigur Magne Hoseth.
KÍ – Slovan Bratislava 1-2 (1-1)
Europa Conference League
Hósdagin 30. november 2023 kl. 17.45 á Tórsvølli
1-0: Mads Bo Mikkelsen 17.
1-1: Juraj Kucka 24.
1-2: Juraj Kucka 62.
Dómarakvartett úr Estlandi: Kristo Tohver, Sander Saga, Sten Klaasen og Juri Frischer (4. dómari)
KÍ: Nils Jonatan Johansson – Jóannes K. Danielsen, Deni Pavlovic (Jóhan Josephsen, 75.), Odmar Færø, Vegard Forren, Patrick da Silva – Mads Bo Mikkelsen (Claes Pjilip Kronberg, 64.), Rene Shaki Joensen, Jákup B. Andreasen – Páll A. Klettskarð, Sivert Gussiås
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Hannis Matras, Símun Kalsø, Dávid B. Andreasen, Børge Petersen, Silas Gaard, Ahmed Latif, Jákup N. Vilhelmsen
Gult kort: Patrick da Silva, Vegard Forren
Venjari: Magne Hoseth