Málríkur javnleikur

Úrslitið var 5-5, tá ið kvinnurnar hjá Luksemborg og Føroyum hittust í vinardysti í kvøld

FSF eigur myndirnar
Jóannes Hansen
5. apríl 2023 kl. 23:45

FSF skrivar soleiðis á heimasíðu síni eftir kvinnulandsdystin í Luksemborg í kvøld:

Tað gjørdist skjótt greitt, at bæði liðini vóru komin á vøllin við álopskendum ætlanum, tí tá bert sjey minuttir vóru spældir, stóð 2-1 til heimaliðið. Okkara kvinnur settu hol á longu í triðja minutti, tá Heidi Sevdal stóð rætt fyri málteiginum eftir innlegg úr høgru síðu og setti bóltin trygt í netið.

Armarnir komu tó skjótt niður aftur, tí bert fáar minuttir seinni hevði Luksemborg tvær ferðir spælt langar bóltar afturum føroysku verjuna og skorað til ávíkavist 1-1 og 2-1. Eftir hetta tóktust liðini bæði sláa kalt vatn í blóðið, og meira friður kom á spælið hjá báðum pørtum.

Stutt fyri hálvleik vunnu føroysku kvinnurnar tó yvirvág. Fyrst sendi Heidi Sevdal eitt gott skot úr spískum vinkli í meskarnar til 2-2, og lítla løtu seinni var tað liðskiparin Ásla Johannesen, sum setti seinasta fótin á bóltin og harvið syrgdi fyri føroyskari 3-2 leiðslu í steðginum.

Seinni hálvleikur byrjaði somuleiðis við góðum føroyskum spæli, og gleðin var sjálvsagt stór, tá ið Jensa Tórólvsdóttir skoraði til 4-2 eftir gott uppspæl og innlegg úr vinstra borði. Stutta løtu seinni gjørdist yvirskotið enn størri, tá Julia Naomi Mortensen við einari perlu av einum langskoti syrgdi fyri trivaligari føroyskari 5-2 leiðslu.

Men so kom tíverri vend í. Møðin mundi gera um seg í seinnu helvt av seinna hálvleiki, og eftir nakrar óhepnar støður sæð við føroyskum brillum, hevði Luksemborg brádliga minkað um munin tvær ferðir og við støðuni 4-5 var veruligur spenningur seinastu løtuna. Áskoðarafjøldin kókaði og náddi hæddunum móti endanum av vanligu leiktíðini, tá heimaliðið javnaði til 5-5.

Ein spennandi og málríkur dystur millum tvey lið, sum tordu at bjóða hvørjum øðrum til dans, er av í fyrsta umfari. Og enn stendur sostatt á jøvnum, tá ið liðini hittast aftur til seinna vinardystin leygardagin kl. 17.30 føroyska tíð.

Luksemborg – Føroyar 5 – 5 (2 – 3)

Dómarabólkur úr Fraklandi: Audray Gerbel, Camille Soriano, Clementine Dubre og Melanie Malena (4. dómari)

0-1: Heidi Sevdal 2.

1-1: Isabel Albert 5.

2-1: Amy Thompson 6.

2-2: Heidi Sevdal 40.

2-3: Ásla Johannesen 44.

2-4: Jensa Tórolvsdóttir 52.

2-5: Julian Naomi Mortensen 66.

3-5: Marta Estevez 74.

4-5: Amy Thompson 77.

5-5: Amy Thompson 89.

Føroyar: Valborg Østerø – Ása Stórá Carlsen (Maria á Lakjuni, 72.), Birita Ryan, Sara Samson Lamhauge, Tórunn Højgaard Joensen (Rúna Jacobsen, 85.) – Mona Rasmusdóttir (Julia Naomi Mortensen, 58.), Jensa K. Tórolvsdóttir (Eyðvør Klakstein, 72.), Sanna Svarvadal, Ásla Johannesen – Heidi Sevdal (Margit Kwao, 72.) – Rebekka Fjallsá Benbakoura (Hervør Olsen, 85.)

Á beinkinum uttan at verða skiftar inn: Óluva Allansdóttir Joensen, Sarita Maria Mittfoss, Tóra Mohr, Lea Lisberg

Gult kort: Sanna Svarvadal

Venjari: Signe Andersen

Hjálparvenjari: Svenn Olsen