Málráðið verður viðgjørt í morgin

Løgtingið fer í morgin at hava aðalorðaskifti um Málráðið

Jóannes Hansen
24. september 2024 kl. 22:22

Á tingfundinum, sum verður í morgin klokkan 11, fer løgtingið at hava aðalorðaskifti um Málráðið.

Tá ið Sirið Stenberg legði frágreiðingina fyri tingið at hava aðalorðaskifti út frá, segði hon millum annað soleiðis:

Løgtingið samtyktitann15. mai 2012 lóginaum málráð, og frá 1. januar 2013 fór nýtt Málráð til verka.

Málráðið avloysti Føroysku málnevndina, sum hevði virkað sambært kunngerð síðani1985.

Málráðið hevur sum endamál at røkja, menna og verja føroyska málið, at vegleiða, ráðgeva og at gera niðurstøður í málspurningum og at áseta føroyska stavseting.

Málráðið skal harumframt serskilt røkja, menna og verja føroyska teknmálið. Málráðið savnar og skrásetur nýkomin orð, máliskur, framburðir og onnur málslig fyribrigdi í føroyskum og er til hjálpar at velja og evna til nýggj orð. Sama er eisini galdandi fyri føroyskt teknmál.

Málráðið gevur landsstovnum og almenningi vegleiðing, ráð og upplýsing í spurningum um føroyskt mál í talu og skrift eins og um føroyskt teknmál. Almennir myndugleikar eiga í størst møguligan mun at fylgja niðurstøðunum hjá Málráðnum.

Málráðið eigur at samstarva við fjølmiðlar, stovnar og almennar myndugleikar, ið hava stóra málsliga ávirkan. Í sambandi við yrkisbólkar skal Málráðið menna gott føroyskt yrkismál og annars skipa fyri átøkum málinum at frama.

Ein av uppgávunum hjá Málráðnum er eisini at áseta føroyska stavseting, og á móðurmálsdegnum tann 25. mars 2024 varðfyrstaútgávan av løggildu Stavsetingarorðabókini løgd fram og kann eisininýtast á heimasíðuni hjá Málráðnum.

Stavsetingarorðabókiner øðrvísi í mun til aðrar orðabøkur. Hon er normativ, sum merkir, at hon er ætlað sum fyrimynd ella leiðregla fyri, hvussu vit stava.

Almennir myndugleikar hava sambært lógini skyldu at fylgja ásetingunum í Stavsetingarorðabókini.

Málráðið er málrøktar-og málmenningarstovnur, skipaður undir landsstýrinum og í virksemi sínum óheftur av politisku skipanini.