Ongi úrslit

Málmunurin hjá NSÍ er søguliga góður

Tað er ongantíð áður komið fyri, at eitt lið hevur skorað so nógv mál fimm tey fyrstu umførini, sum NSÍ hevur gjørt í ár

Jóannes Hansen
14. apríl kl. 00:23

Um vikuskiftið var fimta umfar í bestu landskappingini. Mest óvæntaðu sigrarnir vóru, at uppflytararnir í FC Suðuroy vunnu 2-1 á útivølli ímóti 07 Vestur, og at B36 vann grannauppgerðina ímóti HB. Hetta er fyrsta ferðin í seks ár, at B36 vinnur landskappingardyst ímóti grannunum.

KÍ vann 2-0 á heimavølli ímóti Víkingi, sum er undir niðurflytingarstrikuni og harvið í heilt trongum skóm.

Oyggjauppgerðin í Hólmanum á Eiði endaði við, at EB/Streymur vann 1-0 ímóti B68, sum í seinna hálvleiki fekk tveir spælarar vístar av vølli. Hetta er aðru ferð í ár, at B68 bara hevur níggju spælarar á vøllinum, tá ið dómarin bríkslar fyri síðstu ferð.

Tað var ikki óvæntað, at NSÍ vann á útivølli ímóti TB. NSÍ hevur saman við KÍ fult stigatal.

Heilt merkisverdur er málmunurin hjá NSÍ. Í dag vann NSÍ 5-1 í Trongisvági. NSÍ málmaskinan hevur verið øgilig higartil í ár. Talvan sigur, at NSÍ er topplið við málmuninum 27-5. Tað er heilt óvanligt, at málmunurin er so góður. At NSÍ í triðja umfari vann 11-0 á heimavølli ímóti B68 er saman við 5-1 sigrinum ímóti TB stóra orsøkin til, at málmunurin hjá NSÍ nú er so góður.

Sambært úrslitayvirlitinum hjá FaroeSoccer, er tað ongantíð áður komið fyri, at eitt lið hevði so góðan málmun eftir fimm umfør, sum NSÍ nú hevur.

Tá ið B36 í 2001 vann FM, var málmunurin eftir fimm umfør 22-4. Ein orsøk til góða B36 málmunin var, at B36 í fimta umfari vann 15-0 á heimavølli ímóti FS Vágum. Hetta er framvegis størsti sigur í bestu landskappingini.

 

KÍ – Víkingur 2-0 (1-0)

1-0: Páll A. Klettskarð 28.

2-0: Patrik Johannesen 82.

 

EB/Streymur – B68 1-0 (0-0)

1-0: Boubacar Dabo 53.

 

07 Vestur – FC Suðuroy 1-2 (1-1)

0-1: Teit Hjelm 3.

1-1: Silas Gaard br 40.

1-2: Eliasu Champang 84.

 

HB – B36 2-3 (1-1)

0-1: Bogi Reinert-Petersen 10.

1-1: Heðin Hansen 19.

1-2: Ragnar Samuelsen 67.

2-2: Mathias Voss 71.

2-3: Hannes Agnarsson 88.

 

TB – NSÍ 1-5 (0-3)

0-1: Steffan A. Løkin 26.

0-2: Aron Knudsen 35.

0-3: Petur Knudsen 44.

1-3: Samudeen Musah 66.

1-4: Jann J. Benjaminsen 69.

1-5: Jasper Van Der Heyden 79.

NSÍ

5

5

0

0

27

5

15

5

5

0

0

12

3

15

HB

5

4

0

1

14

6

12

B36

5

3

0

2

9

9

9

EB/Streymur

5

2

1

2

6

7

7

FC Suðuroy 

5

2

0

3

3

9

6

B68

5

1

0

4

4

17

3

TB

5

0

2

3

4

10

2

Víkingur

5

0

2

3

1

7

2

07 Vestur

5

0

1

4

4

11

1

 

Máltindurin

Klæmint A. Olsen NSÍ

8

Páll A. Klettskarð KÍ

5

Petur Knudsen NSÍ

5

Bogi Reinert-Petersen B36

4

Jákup L. Thomsen HB

4

 

Hósdagin 17. apríl – skírisdagur

KÍ – HB: Alex Troleis kl. 15.00

Víkingur – EB/Streymur: Bjarki Danielsen kl. 15.00

NSÍ – FC Suðuroy: Kári J. á Høvdanum kl. 17.00

B36 – B68: Heini Ziskason Viðoy kl. 15.00

TB – 07 Vestur: Høgni Madsen kl. 14.45

Mest lisið hesa vikuna

Stjól fyri 8.000 krónur úr handli í Havn

17. apríl kl. 09:15

Suðuroyartunnilin: Vit hava ikki ráð at lata verða

Í gjár kl. 16:55

Heili seks bilførarar mistu koyrikortið í gjár

20. apríl kl. 09:22

From the river to the sea – jødar fáa ikki frið

16. apríl kl. 21:08

Hetta skipið skal avloysa Smyril tá ið hann fer í dokk í heyst

Í gjár kl. 09:28

Fekk eina heila mánaðarløn í bót

8 tímar síðan