Tað endaði 0-0 millum KÍ og BK Häcken í Klaksvík í kvøld. Talan var undirhald fyri allar pengarnar, hóast hvørgan av liðunum skoraðu.
Fyrri hálvleikur var eitt sindur tamur. Häcken hevði tvær ferðir bóltin í KÍ-málinum, men í báðum førum var talan um greiða rangstøðu.
Í seinna hálvleiki skrúvaði BK Häcken upp fyri ferðini, og svensku meistararnir høvdu okkurt vandamikið skot og nakrar støður, ið kundu elvt til mál.
Men tað er onki at ivast í hvør átti størsta málmøguleikan í dystinum. Claes Phillip Kronberg fekk eina perfekta avlevering afturum verjuna hjá BK Häcken, og skuldi bara fáa bóltin framvið málmannin. Tíverri hevði málmaðurin lisið Kronberg av, sum hevði alla tíðina í verðini at hugsa seg um, og Luc Kassi fekk ikki veruligt skot á returbóltin.
Dysturin var lívligur seinastu minuttirnar, og hevði Jákup Andreasen havt hepni við sær, kundi hann tryggjað KÍ sigurin við fluktara í 87 minutti.
Sostatt er støðan 0-0 undan seinna dystinum í 2. undanumfari í Champions League millum KÍ og BK Häcken. 0-0 er eitt úrslit, sum er betri fyri svensku meistararnar, men tað er onki at ivast í, at alt stendur púra opið undan uppgerðini í Svøríki um eina viku 2. august kl. 17.00.