Herfyri legði undirritaða mál fyri býráðið um at broyta avgerðina um, at hjálparfólk í heilsuhjálparafelagnum skulu gera reint hjá okkara eldri borgarum, og endin var, at eitt samt býráð tók undir við at beina málið aftur í nevnd til nýggja viðgerð. Málið hevur nú verið til viðgerð í eldranevndini og í fíggjarnevndini, og samdar nevndir eru komnar til somu niðurstøðu, at hetta var ikki ein gongd leið at fara. Niðurstøðan í nevndunum er, at hjálparfólk hjá heilsuhjálparafelagnum skulu vera undantikin at gera reint hjá okkara gomlu. Eg vil takka eldranevndini og fíggjarnevndini fyri at vilja broyta hesa avgerð, og málið fer nú í býráðið til endaliga avgerð komandi hósdag, og vónandi heldur hendan niðurstøðan.
Í 2010, tá eldraøkið var ein landsuppgáva, varð reingerðin avtikin sum ein partur av uppgávuni hjá heimatænastuni, og hetta var sama galdandi, tá eldraøkið varð lagt út til kommunurnar í 2014. Í undanfarnu býraðssetu avgjørdi merilutin, at reingerð aftur skuldi vera eitt tilboð til okkara eldru borgarar, tí hetta mettu vit vera ein góð tænasta til okkara eldru, ið vóru óhjálpin, og sum ikki megnaðu at gera reint sjálvi. Tilboðið bleiv bjóðað út til privat at reka, og tað hevur verið vælumtókt og riggað væl. Hetta var eisini eitt skilagott fíggjarligt stig, tí hetta gjørdi eisini, at fleiri eldru høvdu møguleika at búgva heima longri, sum tey allarhelst vildu, og harvið útsetti man tørvin á røktarheimsplássum.
Í vár kom umsitingin hjá Tórshavnar kommunu við einum tilmæli um at avtaka reingerðina, tí hon var blivin ov kostnaðarmikil. Dýrkanin var serliga orsaka av, at fleiri og fleiri brúkarar komu inn í skipanina. Ìstaðin var fyri at avtaka reingerðina mælti ein meiriluti av býráðnum til, at uppgávan skuldi loysast av hjálparfólkum innan heimatænastuna. Tað, sum síðani kom fram var, at hetta als ikki var avklárað við heilsuhjálparafelagið, sum er avvarðandi fakfelag. Hetta sást eisini á øllum brøgdum, tá heilsuhjálparar møttu talsterkt við forkvinnuni, Mary Antonsdóttir á odda á seinasta býráðsfundi fyri at vísa sína ónøgd, sum uttan iva eigur sín lut í at hetta málið kom á beint aftur.
Málið var óheppið og skeivt á mangan hátt, tí hetta var ikki ein uppgáva, sum var partur av arbeiðs sáttmálanum, og at tað setti kílar ímillum limir hjá heilsuhjálparafelagnum, ímillum hjálparfólkini og heilsuhjálparfólkini. Varð hildið fast við avgerðina er ikki óhugsandi, at øll í heilsuhjálparafelagnum við tíðini skuldu taka sær av hesi uppgávu, og at hetta rák eisini flutti seg yvir á onnur starvsøki, eitt nú dagstovnaøkið og heilsuøkið, og tí var málið sera prinsipielt. Starvfólkatrot er á eldraøkinum, og skulu vit trekkja nýggj fólk til er umráðandi, at vit kjúkla um hetta starvsøki, at vit eggja fleiri at nema sær útbúgvning innan økið, at vit styrkja fakligheitina og byggja fakið upp og gera tað áhugavert at arbeiða við okkara gomlu. At enda vil eg bara ynskja heilsuhjálparafelagnum hjartaliga til lukku við 45 ára føðingardegnum í dag.
Annika Olsen, býráðslimur fyri Tjóðveldi